Skip to main content
11°C
Sunday
20. September 2020
Føroyar í dag

Heilsuskúlin søkir eftir undirvísara til tíðararvmarkað starv á brøki 0,75. Starvstíðin er frá 1. oktober 2020 til 1. juli 2021.

Viðkomandi skal hava útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur ella samsvarandi á bachelor støðið og hava í minsta lagið 2 ára starvsroyndir innan økið.

 

Um starvið

Starvið fevnir m.a. um:

·      Undirvísing

·      Næmingasamrøður

·      Vegleiðing til verkætlanarskriving

·      Próvtøkuhald

·      Starvsvenjingarvitjanir runt landið

·      Luttaka á toymisfundum

·      Samábyrgd av at menna útbúgvingarnar

·      Samábyrgd av øllum virksemi á skúlanum

Starvsfólkini hava fasta arbeiðstíð á staðnum. Arbeiðið verður lagt til rættis sum toymisarbeiðið, í tøttum tvørfakligum samstarvi, millum lærararnar á skúlanum. Starvið inniber vitanardeiling millum starvsfólkini, og gott samstarv er tískil eitt lyklaorð.

Tað er týdningarmikið at viðkomandi dámar væl at samstarva, er jaligur og fleksibul.

Starvið hevur við sær, krav um loknað námsfrøðiliga útbúgving í seinasta lagið 2 ár eftir starvssetan.

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.

Fleiri upplýsingar

kunnu fáast við at venda sær til leiðslu skúlans á telefon 61 42 10 ella við telduposti til heilsuskulin(at)skulin.fo.

 

Umsóknarfreistin er 21. september kl. 12.00.

Umsókn, saman við avriti av prógvum v.m., skulu sendast við telduposti til Heilsuskúla Føroya: heilsuskulin(at)skulin.fo, stílað til Vivie Davidsen, stjóra.

 

Heilsuskúli Føroya byrjaði í 2001. Á skúlanum starvast 12 lærarar í føstum starvið umframt tímalærarar. Skúlin húsast í sama bygningi sum miðnámsskúlin í Suðuroy. Skúlin leggur stóran dent á gott samstarv og gott arbeiðsumhvørvi. Á heilsuskúlanum ber til at lesa til heilsuhjálpara, heilsurøktara og námsfrøðihjálpara.