Skip to main content

Søkt verður eftir einum dugnaligum og ágrýtnum persóni til at standa á odda fyri menningini av eini megin innkeyps- og logistikk deild í Apoteksverkinum. Megindeildin er nýstovnað og skal viðkomandi tí vera við til at menna innkeypsøkið frá grundini. Hetta verður gjørt í samráð við apoteksstjórnina og í samstarvi við m.a. innkeyparar og logistikfólk á apotekseindunum. Sum leiðari fyri hesa megin innkeyps- og logistikdeild, fær viðkomandi ábyrgd fyri innkeyp av vørum og tænastum í Apoteksverkinum sum heild. Viðkomandi fær eitt tætt samskifti við fleiri funktiónir í Apoteksverkinum og við samstarvsfelagar, bæði innanlands og altjóða.

Viðkomandi skal menna og skipa innkeyps- og logistikkøkið í Apoteksverkinum í síni heild, umframt at viðkomandi verður við í toyminum, sum skal menna KT uppstiganina av innkeypsmodulinum í D365FO, ið Apoteksverkið fer undir í næstum.

Viðkomandi vísir til fyrisitingar- og rakstrarstjóran og skal kunna tola broytingar í starvinum.

 

Starvið

Arbeiðsuppgávurnar verða avtalaðar og lagdar til rættis í samstarvi við fyrisitingar- og rakstrarstjóran og koma at umfata:

  • Orða politikkir fyri keyp av vørum og tænastum í Apoteksverkinum

  • Gera sáttmálar og rammuavtalur við innanlands og altóða veitarar av vørum og flutningi

  • Fylgja við í veitaramarknaðinum og koma við uppskotum til nýggjar og alternativar veitarar

  • Góðkenna og eftirmeta veitarar av vørum og tænastum

  • Menna yvirkipaðar mannagongdir í Apoteksverkinum innan innkeyp og logistik

  • Seta upp parametrar fyri bílegging av vørum til apotekini og framleiðsluna

  • Vera við til at menna innkeypsmodulið í D365FO og uppsetan av VMI

  • Støðutakan til miðsavnan av goymslu av t.d. dýrum vørum

  • Menna forsøgnir fyri sesongvørur, rávørur, djóraheilivág, v.m.

  • Áseta yvirskipaðar reglur fyri prísásetan

  • Greina innkeyp og goymslu, t.d. við ABC- og spendanalysu

  • Gera virkis- og fíggjarætlanir fyri skynsama innkeyps- og goymslustýring í Apoteksverkinum

  • Samskipan av innkeypi av vørum frá øðrum veitarum enn Nomeco

  • Gera viðkomandi rapportir til apoteksstjórnina viðvíkjandi innkeyp og goymslustýring

  • Harumframt skal deildin taka sær av ávísum rakstraruppgávum so sum: innkeyp, tolling, fakturagóðkenning, konsignationsgoymsla, prískrediteringar o.a.

  • Treytað av uppgávu vavi, og fyri at tryggja samanhang við feriu og sjúku, kann starvsfólkaleiðsla væntast at koma afturat seinni.

     

 Tínir førleikar

Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving og/ella samsvarandi útbúgving og royndir innan innkeyp og logistikk Tað er eisini avgerandi, at tú hevur nomið við partar av hesum førleikum:

  • Røkt av altjóða innkeypi á samtaksstigi

  • Gerð av spendanalysum, sum hava til endamáls at styrkja innkeypið sum heild

  • Gerð og fremjan av optimalum innkeypsstrategium á samtaksstigi

  • Standardisering og sundurgreining í innkeypsflokkar

  • Gerð og samráðingar um altjóða veitara sáttmálar

  • Mátingar og eftirmetingar av verandi og nýggjum veitarum

  • Optimering av innkeyps- og logistikk gongdum

 

Tað er eisini avgerandi fyri Apoteksverkið, at tú hevur 3-5 ára royndir frá líknandi starvi, og at tú megnar at samskifta á enskum í skrift og talu á samráðingarstigi, at tú ert talsterk/ur og hevur gott tev fyri góðum keypskapi.

Harumframt vænta vit, at tú ert ein fyrikomandi, álítandi og dugnaligur persónur, sum hevur áhuga í at arbeiða í einum góðskugóðkendum umhvørvi. Vit leggja dent á, at tú sært týdningin í at samstarva og at tú hevur ein semjusøkjandi hugburð, samstundis sum uppgávurnar verða  loystar á einum fakliga høgum støði.

Vit vænta, at tú ert sjónlig/ur og hevur góð samskiftisevni í skrift og talu. Vit leggja dent á at tú hevur góð evni at raðfesta, samskipa og avhenda uppgávur, umframt at tú hevur góð analytisk evni.

 

Vit vænta, at tú hevur ein skipaðan og nærlagdan arbeiðshátt, har tú kann arbeiða við smálutum og yvirskipað. Harafturat dámar tær at hava fjøltáttaðar uppgávur og at samstarva við ymiskar fakbólkar innan- og uttanhýsis. Vit vænta, at tú ert ein vinarligur og jaligur persónur, sum ynskir at arbeiðsplássið mennist og starvsfólkini trívast.

 

Vit bjóða

Til rætta viðkomandi kunnu vit bjóða eitt avbjóðandi, mennandi og fjølbroytt starv á einum áhugaverdum og gevandi arbeiðsplássi saman við nógvum ymiskum fakbólkum, har góðska og trivnaður er í hásæti.

 

Setanarviðurskifti

Talan er um fast fulltíðarstarv við setan frá 1. mars 2020, ella eftir nærri avtalu.

Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avriti av prógvi, viðmælum og CV við upplýsing um royndir skal vera Apoteksverkinum í hendi í seinasta lagi týsdagin 28. januar 2020. Umsóknir skulu sendast sum teldupostur til allann(at)apotek.fo  

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Allan Nolsøe á tlf. 211125 ella senda ein teldupost til allann(at)apotek.fo