TCP/IP, LAN, WLAN, virtualisering, AD, AAD … Ert tú við enn? So er tað møguliga tær, vit leita eftir - tí á Glasi er kunningartøkni ein týðandi partur av gerandisdegi okkara.
Á Glasi eru um 250 starvsfólk og eini 1.600 næmingar, lærlingar og lesandi, sum nema sær eina av okkara yvir 30 útbúgvingum - antin á miðnámi, á yrkisnámi ella á hægri námi. Hetta fjølbroytta útbúgvingarumhvørvið hevur við sær nógvar og spennandi avbjóðingar - og KT er snúningsdepilin í nógvum av virkseminum. Tí er alneyðugt við góðum starvsfólkum, sum kunnu menna skúlan, soleiðis at tøknin kann gagnnýtast til fulnar.
Vit søknast eftir einum ábyrgdarfullum, fyrikomandi, framfýsnum KT-umsitara at arbeiða fulla tíð við m.ø. hesum uppgávum:
· ábyrgd av at skipanir rigga og vera røktar - bæði við uppsetan, skjalfesting, yvirvaking, dagføring, backup og restore-mannagondum
· KT-trygd, -politikkur og -mannagongdir
· hjálpa starvsfólkum og næmingum á staðnum
· feilfinna og loysa hardware/software trupulleikar
· koma við viðmælum sum betra um KT nýtsluna á skúlanum
Undirvísingarstýrið hevur sett út í kortið eina stóra heildarætlan fyri KT-umsiting í undirvísingarverkinum. Tú kemur at vera partur av hesari verkætlan, sum kann viðføra broytingar í starvinum.
FØRLEIKAKRØV:
· Meir enn 3 ár av viðkomandi starvsroyndum innan KT økið
· Stóra vitan um TCP/IP, LAN, WLAN, Virtualisering, AD, AAD, Office 365 & backup loysnir
· Tú dugir at samskifta skrivliga og munnliga á føroyskum, donskum og enskum
· Tú dugir at seta orð á teknisk hugtøk, soleiðis at onnur starvsfólk skilja teg
· Tú tolir eitt skiftandi arbeiðsumhvørvi við ymiskum uppgávum
Ynskiligt er at tú hevur viðkomandi útbúgving innan KT, eitt nú innan datalogi, KT-verkfrøði ella kunningartøkni á bachelor- ella mastersigi. Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Umsókn til starvið skal, saman við CV, prógvum og møguligum viðmælum, sendast til starv(at)glasir.fo í seinasta lagi mánadagin 1. februar 2021 á middegi, kl. 12:00.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Áka Heinesen Højsted, KT-leiðara, við at senda teldupost til [email protected]