Skip to main content
11°C
Sunday
20. September 2020
Føroyar í dag

Miðnám á Kambsdali søkir eftir lærarum til lærugreinarnar spanskt og ítrótt.

Í sponskum er talan um eitt ¾ avloysarastarv fyri lærara í barnsburðarfarloyvi.

Í ítrótti er talan um ¾ tímalærarastarv, sum kann gerast fast starv.

Størvini verða sett út frá eini heildarmeting av fakligum førleikum, faksamanseting og persónligum førleikum.


Útbúgving og royndir
Tann, ið settur verður, skal hava kandidat- ella masterútbúgving á 300 ECTS í einari ella fleiri lærugreinum frá lærdum háskúla ella aðra samsvarandi útbúgving sambært førleikakunngerð fyri lærarar á gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.

Persónligir førleikar
Í setanartilgongdini verður dentur lagdur á førleikarnar:

 

-       at skapa og menna eitt gott og mennandi samband við næmingar og starvsfelagar

-       at bera fram fakliga vitan á ein áhugaverdan og skiljandi hátt

-       at leiða og leggja til rættis undirvísingarstøðuna

-       at sýna ein positivan hugburð til ungdóm, vitan og læru og áhuga at taka virknan lut í menningini av Miðnámi á Kambsdali

 

Harafturat verður dentur lagdur á:

-       at tú hevur góðar málsligar førleikar, bæði teir munnligu og skrivligu

-       at tú hevur góðar KT førleikar

 

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.

 

Umsókn
Umsókn saman við prógvum og CV skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 24. september 2020. Umsóknir skulu sendast til [email protected]

Spurningar um størvini kunnu setast Páll Isholm, rektara, á pai(at)kambsdalur.fo.


Nærri kunning um skúlan er at finna á www.kambsdalur.fo.