Skip to main content

Lærlingur til mekaniska verkstaðin hjá Berg Motors

Vit sóknast eftir røskum og ágrýtnum lærlingi til okkara mekaniska verkstað.

Vit bjóða eitt spennandi og óformelt arbeiðspláss, við nógvum ymiskum avbjóðingum – og møguleikum.

Hjá Berg Motors er trivnaðurin í hásæti, har vit øll koma hvørjum øðrum við.

Sum lærlingur á okkara mekaniska verkstaðið, fært tú sera dugnaligar og hjálpsamar starvsfelagar, sum gera sítt til, at lyfta arbeiðsdagin í felag.

Vit ímynda okkum, at tú hevur bensin í blóðnum og ert ágrýtin eftir at læra at arbeiða sjálvstøðugt.

Tú ert fyrikomandi og dugir væl at samstarva. Somuleiðis er tað umráðandi, at tú ert ábyrgdarfull/ur og røkin, og til reiðar at taka eitt eyka tak tá á stendur.

Um tú ynskir at hoyra nærri um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Dávid Rasmussen, verkførari, á tlf. 350110 ella við teldupost til [email protected]

SIT er ein fyrimunur, men ikki eitt krav. Løn er sambært galdandi sáttmála.

Er hetta tað rætta fyri teg, so skunda tær og send okkum eina stuttorðaða umsókn á [email protected] – viðmerkt: Lærlingur mekaniska verkstaði

 

Vit gleða okkum at hoyra frá tær!