Skip to main content

Kvinnuhúsið søkir eftir nýggjum leiðara til eitt áhugavert og avbjóðandi starv. Vit leita eftir einum persóni, sum er álitisvekjandi, opin og engageraður, og sum brennir fyri at gera mun hjá kvinnum og børnum, sum hava upplivað harðskap. Tú kemur at ganga á odda og mynda Kvinnuhúsið.

 

Um Kvinnuhúsið

Kvinnuhúsið veitir ráðgeving og vegleiðing til kvinnur. Vit bjóða viðtalur og samrøðubólkar til kvinnur, ið hava upplivað likamligan og/ella sálarligan harðskap. Harafturat hava kvinnur møguleika fyri at fáa viðtalu hjá sálafrøðingi, ið er knýtt at Kvinnuhúsinum. Kvinnur kunnu saman við børnum gista á Kreppumiðstøðini eina avmarkaða tíð. Í Kvinnuhúsinum/Kreppumiðstøðini starvast, umframt leiðaran, eitt starvsfólk og 35 sjálvbodnar vaktir.

 

Arbeiðsuppgávur

·          Ráðgeving og vegleiðing

·          Einstaklinga- og bólkasamrøður

·          Hjálp til sjálvhjálp til kvinnur, ið eru knýttar at húsinum

·          Samskifti og samstarv við nevnd, sjálvbodnar vaktir, myndugleikar og stovnar

·          Íverksetan av nýggjum tiltøkum

·          Kunnandi virksemi, t.d. miðlan og undirvísing innan harðskap

·          Skrivstovuhald og annað fyrifallandi arbeiði

 

Førleikar

·          Tú hevur sosialfakliga útbúgving

·          Tú hevur góð umsorganar- og samstarvsevnir

·          Tú megnar at seta teg í støðuna hjá øðrum fólkum

·          Tú dugir væl at samskifta við fólk, aðrar stovnar og miðlar

·          Tú ert opin mótvegis fólki við aðrari mentan

·          Tú ert nýhugsandi

·          Tú hevur góð leiðsluevnir

·          Tú dugir at vera rólig í truplum støðum

·          Tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt, um tú hevur royndir at arbeiða við fólki í kreppu

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Starvið er eitt fulltíðarstarv við setan frá 1. desember 2019. Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, CV, viðmælum v.m. verður send nevndini í Kvinnuhúsinum á [email protected] Umsóknarfreistin er mánadagin 2. september 2019.

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Elina Reinert Planck, leiðara í Kvinnuhúsinum tlf. +298 223756 ella til forkvinnu í nevndini Poulu Patursson tlf. +298 224112 ella á t-posti [email protected] Les meira um Kvinnuhúsið á www.kvinnuhusid.fo