Skip to main content

 Hesi størv eru leys at søkja til:

Heimið á Grønanesi í Vestmanna, sum eisini fevnir um útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu.

Korndalsbýlið á Eiði, sum eisini fevnir um útiøkið á Eysturoynni við Sundalagið og við Gjógv.

Røktarheimið á Mørkini, sum eisini fevnir um útiøkið á Streymoynni við Sundalagið.

 

Føst størv:

·       Heilsuhjálpara til Heimið á Grønanesi, brøk 0,8 - at byrja skjótast til ber.

·       Heilsurøktari til Korndalsbýlið, brøk 0,8 - at byrja 01.03.2021.

 

Farloyvisstørv:

·       Heilsurøktari til Heimið á Grønanesi, brøk 0,7 – í tíðarskeiðnum 01.02.2021 til 31.01.2022.

·       Heilsuhjálpari til Røktarheimið á Mørkini, brøk 0,7 – í tíðarskeiðnum 01.04.2021 til 31.03.2022.

·       Heilsuhjálpari til Røktarheimið á Mørkini, brøk 0,7 – í tíðarskeiðnum 01.04.2021 til 31.03.2022.

 

Førleikar

Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:

·       Jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.

·       Viðkomandi útbúgving og góðkenning.

·       Telduførleika á brúkarastøði.

·       Koyrikort til persónbil.

 

Vit kunnu bjóða

·       Fjølbroytt størv.

·       Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.

·       Skipaða innleiðslu.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá støðunum, sum nevnd eru omanfyri.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum.

Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.

 

Umsóknir

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til veks(at)veks.foella til: Heimastænastan í VEKS, Bakkavegur 59, 350 Vestmanna.

 


Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 28. januar 2021, kl. 12:00.

 

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:

·       Miu Pedersen, leiðara á Heiminum á Grønanesi, á telefon 793231.

·       Helfrid Kruse Poulsen, leiðara á Korndalsbýlinum, á telefon 793259.

·       Anniku Torbjarnardóttir, leiðara á Røktarheiminum á Mørkini, á telefon 793251.

Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, eru á heimasíðuni www.veks.fo