Skip to main content
5°C
Wednesday
25. November 2020
Føroyar í dag

Søkt verður eftir  2 námsfrøðingum at byrja 04. januar 2021.

  • Eitt starv á 30 tímar um vikuna.
  • Eitt starv á 22 tímar um vikuna, sum er tíðaravmarkað fram til 30. juni 2021.

 

Vit kunnu bjóða tær:

·         spennandi avbjóðingar á stovni við 3 barnagarðsstovur og 3 vøggustovur

·         ein stovn, har pláss er fyri øllum

·         ein stovn, har fokus er á at geva børnunum ein góðan og mennandi gerandisdag

·         ein stovn, sum byggir á viðurkennandi námsfrøði, samstarv, samskifti, álit og ábyrgd

·         jalig, opin og álítandi starvsfólk

 

Vit ynskja at tú:

·         ert viðurkennandi

·         ert opin, erlig/ur og fyrikomandi

·         hevur góð samstarvsevnir og dugir væl at samskifta

·         ert nýhugsandi

·         sært  tørvin hjá einstaka barninum

·         sært styrkir hjá einstaka barninum

·         tekur ábyrgd

 

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðagevarafelagið.

 

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til:

eystur(at)eystur.fo

 

Umsóknarfreistin er týsdagin 01. desember 2020.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Poulu Eidesgaard,  stovnsleiðara á telefon 73 00 41.

 

Um námsfrøðingar ikki søkja, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.