Skip to main content

Søkt verður eftir 3 námsfrøðingum at byrja 12. august 2019.

Eitt starv á 30 tímar um vikuna.

Eitt starv á 30 tímar um vikuna fyri starvsfólk í barsilsfarloyvi, sum er tíðaravmarkað fram til 30 juni 2020.

Eitt starv á 25 tímar um vikuna, sum er tíðaravmarkað fram til 31. desember 2019.

 

        Vit kunnu bjóða tær:

  • spennandi avbjóðingar á stovni við 3 barnagarðsstovur og 3 vøggustovur

  • ein stovn, har pláss er fyri øllum

  • ein stovn, har fokus er á at geva børnunum ein góðan og mennandi gerandisdag

  • ein stovn, sum byggir á viðurkennandi námsfrøði, samstarv, samskifti, álit og ábyrgd

  • jalig, opin og álítandi starvsfólk

     

    Vit ynskja at tú:

  • ert viðurkennandi

  • ert opin, erlig/ur og fyrikomandi

  • hevur góð samstarvsevnir og dugir væl at samskifta

  • ert nýhugsandi

  • sært  tørvin hjá einstaka barninum

  • sært styrkir hjá einstaka barninum tekur ábyrgd

 

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðagevarafelagið.

 

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til:

eystur(at)eystur.fo

 

Umsóknarfreistin er mánadagin 24. juni 2019.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Poulu Eidesgaard,  stovnsleiðara á telefon 73 00 41.


Um námsfrøðingar ikki søkja kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.