Skip to main content
11°C
Sunday
20. September 2020
Føroyar í dag

Tórshavnar kommuna sóknast vegna Dagstovnin Birkilund eftir námsfrøðingum til vøggustovu og barnagarð at byrja 12 okt. 2020, ella eftir nærri avtalu.


VIT SÓKNAST EFTIR:

2 námsfrøðingum til vøggustovu og barnagarð at byrja sum skjótast. Tímatalið  liggur millum 30-40 tímar, alt eftir avtalu. Talan er um møguleika fyri føstum starvi.

 

Søkja námsfrøðingar ikki størvini, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

 

UM STOVNIN:

Á stovninum ganga í løtuni um 115 børn. Í Birkilund eru 3 vøggustovur, 3 barnagarðsstovur og ein stova til tey 6 ára gomlu.

Stovnurin liggur sera væl fyri í náttúruvøkrum umhvørvi beint við Hoyvíkstjørn. Vit hava stutt at fara, bæði tá talan er um bý og náttúru.

Vit bjóða eitt áhugavert starv, har tú sum námsfrøðingur fært møguleika at menna og royna tínar fakligu førleikar í samspæli við børn, foreldur og dugnalig starvsfólk.

Vit eru opin fyri nýhugsan, og hjá okkum fært tú møguleika at royna tíni fakligu og skapandi evni. Vit leggja dent á gott samskifti og virðiligt samspæl millum øll, ið hava dagliga gongd á stovninum.

Vit eru í eini mennandi tilgongd, har vit í framtíðini fara at seta fokus á trivnað, bæði millum børn og starvsfólk, og á at menna eitt námsfrøðiligt umhvørvi, sum eggjar til menning hjá starvsfólki og børnum. Vit fara at seta fokus á góða barnalívið, á skapandi evnini og hugsunarháttin hjá okkara børnum.

Sum námsfrøðingur í okkara toymi fært tú møguleika at traðka inn á ein pall, har tú kanst koma við tínum ískoyti og gera tína ávirkan galdandi.

Er hetta nakað, ið talar til tín, og kennir tú teg aftur í hesum hugsanum, so er tað teg, vit ynskja at fáa í okkara toymi.

 

VIT VÆNTA:

  • At tú ert ábyrgdarfull/ur og tekur stig. Ert ágrýtin, nærverandi og hevur eitt positivt lyndi
  • At tú hevur hug og áræði at skapa ein tryggan og fjølbroyttan dag, við virðing fyri tí einstaka barninum og foreldrum teirra
  • At tú hevur gott fakligt innlit og dugir at samantvinna ástøðiliga hugsan og námsfrøðiliga praksis
  • At tú ert opin fyri øðrvísi hugsan og leggur dent á demokratiskan hugburð

 


SETANARVIÐURSKIFTI
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum verður at senda til torshavn(at)torshavn.fo í seinasta lagi mánadagin 28. september 2020, kl. 12.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Sonnu á Løgmansbø, stovnsleiðara, á telefon 26 53 26.