Skip to main content

Til Áargarð á Sandi, verður søkt eftir røktarstarvsfólkið og fólki til reingerð og køk.

Til røktina verður søkt eftir starvsfólki við heilsufakligari útbúgving. Setanarbrøkurin er 0.7 í skiftandi vaktum og annað hvørt vikuskifti.

Til reingerð verður søkt eftir fólkið, mánadag til fríggjadag. Arbeiðstíðin er frá kl: 8.00-12.00.

Til køkin verður søkt eftir fólkið  mánadag, týsdag, leygardag og sunnudag aðru hvørja viku, Arbeiðstíðin er frá kl: 9.00-13.00. Umsøkjarar við viðkomandi útbúgving ella royndum hava fyrimun.

Til allar stovnar og útiøki verður søkt eftir avloysarum.

Vit hava tørv á avloysarum. Umsøkjarar við viðkomandi útbúgving ella royndum hava fyrimun.  Øll fáa góða upplæring.

Sum avloysari avger tú sjálv / sjálvur, hvussu nógva tíð tú ynskir at arbeiða. Vit hava tørv á álítandi fólki, ið ynskja at gera mun í lívinum hjá okkara eldru borgarum.

Til Sambýlið Skerið í Skopun hava vit somuleiðis tørv á fólki til køkin annað hvørt vikuskiftið. Arbeiðstíðin er frá kl: 9.00-13.00. Umsøkjarar við viðkomandi útbúgving ella royndum hava fyrimun.

Førleikakrøv:

·       Prógv, møgulig autorisatión, upplýsingar um starvsroyndir  og  viðmæli.

·       At tú er jalig/ jaligur og hevur lætt við at umstilla teg

·       Góð tvørfaklig samstarvsevni

·       At tú brennir fyri arbeiðinum við eldri og menniskjum við skerdum førleikum

Vit kunnu bjóða:

·       Góða upplæring

·       Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfelagum.

Setanarviðurskifti:

Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF/ Fíggjarmálaráðið og avvarðandi feløg.  

Um tú ynskir at vita nærri um størvini, er tú vælkomin at seta teg í samband við økisleiðaran            Randarsól Kristiansdóttir, telefon 793601 ella teldupost ot(at)ot.fo

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvi v.m. skal verða okkum í hendi í seinasta lagi  29.10.-2020.        

Umsóknin skal sendast til

 Økistænastuna  í Sandoyar Sýslu,  Miðgøta 8, Fo-210 Sandur ella á teldupost  ot(at)ot.fo                                  Att: Randarsól  Kristiansdóttir