Skip to main content

Pomek er ein maskinverkstaður sum veitir vørur og tænastur til bátar, skip, virkir, stórar og smáðar kundar.

Ert tú arbeiðssamur/arbeiðssom og hevur áræði, so er tað tær vit leita eftir!

 

Vit bjóða
- Eina útbúgving sum maskinsmiður
- Eitt lærupláss við skipaðum arbeiðsviðurskiftum, og greiðum arbeiðstreytum
- Eitt fjølbreitt og spennandi lærupláss, við góðari upplæring
- Eitt gott arbeiðsumhvørvi

 

Vit vænta
- at tú hevur áhuga fyri fakinum, ert ágrýtin og álítandi

 

Lærutíðin til maskinsmið er 4 ár, men styttist um tú hevur tikið SIT ella líknandi skúlaskeið.

Hevur hetta tín áhuga, so send okkum eina umsókn.

Um tú vilt vita meira um læruplássi kanst tú venda tær til Frithleif Olsen á tlf 558455, ella á frithleif(at)gmail.com

Umsóknin skal sendast til pomek(at)pomek.fo

Vit gleða okkum at frætta frá tær.