Skip to main content

Hevur tú hug at gerast partur av okkara starvsfólkahópi?

 

Okkum tørvar:

·         1 námsfrøðing at arbeiða 35 t um vikuna

·         1 avloysara at avloysa eftir tørvi

 

Størvini verða sett 02.01.20

Um námsfrøðingar ikki verða settir, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkaði størv.

 

Vit kunnu bjóða

Sankta Jósefs Barnagarður er elsti barnagarður í Føroyum. Stovnurin er mitt í býnum, við góðum, fjølbroyttum uttandura leikumhvørvi, tætt við viðarlundina, ítróttarøki í Gundadali, Steinatún o.m.a. Vit kunnu bjóða eitt áhugavert starv, við vælvirkandi starvsfólkatoymum og einum fjølbroyttum gerandisdegi.

 

Tú verður knýttur at einari av stovum okkara, har tú kemur at arbeiða tætt saman við hinum starvsfólkunum. Harumframt leggja vit stóran dent á gott samstarv tvørtur um stovurnar.

 

Vit vænta av tær at tú:

·         kanst virka  í trá við námsætlan stovnsins

·         ert fyrikomandi og samstarvssinnað/ur

·         tekur ábyrgd, ert sjálvstøðug/ur og hevur gott yvirlit

·         dugir at grunda/reflektera yvir egið arbeiði

·         hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og spennandi gerandisdag

·         at tú ert við at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum

·         ert fleksibul og tolir broytingar

·         at tú sært møguleikar heldur enn forðingar

 

Meira kunning um stovnin sæst á http://www.sanktajosef.fo

 

Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Eyðnu Joensen, stovnsleiðara tlf. 312854 ella 212851. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsókn, saman við prógvi, lívsgongdarlýsing og møguligum viðmælum, verður send til:

 

sktjosef(at)olivant.fo

 

Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 11.12.19