Skip to main content
11°C
Sunday
20. September 2020
Føroyar í dag

Søkt verður eftir starvsfólki til køkin á Sjóndeplinum á Íslandsvegnum til 25 tímar um vikuna.

Vanlig arbeiðstíð er týsdag, mikudag og hósdag – tá Dagtilhaldið er virkið.

 

Starvið umfatar:

 

·         Ábyrgd av køkinum

·         Matgerð

·         Ábyrgd av innkeypi

·         Planleggja og gera viku ætlanir

·         Verða blindu og sjónveiku brúkarunum til hjálpar

 

Krav til fakligar førleikar:

 

·         Viðkomandi útbúgving

·         Hava royndir at gera mat til nógv fólk

·         Hava teldu førleika

·         Hava koyrikort

 

Krav til persónligar førleikar:

 

·         Jaligur

·         Góð samstarvsevnir

·         Evni at arbeiða sjálvstøðugt

·         Gera heilsu góðan mat

·         Málsøkin innan matgerð

·         Hava hugflog

 

Sjóndepilin bjóðar:

 

·         Fakliga frálæru um sjón og sjóntrupulleikar

·         Atlit og arbeiðshættir

·         Góðar arbeiðis umstøður

·         Møguleikar fyri menning

·         Góðar starvsfelagar

 

Starvið verður lønt eftir sáttmála millum

Fíggjarmálaráðið og  Havnar Arbeiðskvinnufelag.

 

Starvið verdur sett 1.nov. ella eftir nærri avtalu. Skrivlig umsókn við prógvum og CV skulu

vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 25.sept.

 

Umsóknin skal sendast til:

 

Sjóndepilin

att. leiðarin

Boks 2074

FO-110 Tórshavn

 

Ella sum teldupost: kak(at)sjondepilin.fo