Skip to main content

Eitt starv sum skrivstovufólk í Róðrarsambandi Føroya, hálva tíð er leyst at søkja at byrja skjótast til ber ella eftir nærri avtalu.

 

Uppgávurnar eru í høvuðsheitum hesar:

Umframt at hava ábyrgdina av telefon- og postavgreiðslu, tekur skrivstovufólkið sær m.a. av journalisering, fakturering, lættari málsviðgerð og øllum vanligum skrivstovuarbeiði.

 

Arbeiðsbyrðan er skiftandi gjøgnum árið, og ynskiligt er, at tann setti kann átaka sær eyka uppgávur, tá ið á stendur.

 

Harumframt skal tann setti, kunna átaka og góðtaka at partur av arbeiðinum fer fram um kvøldið og í vikuskiftinum.

 

Førleikakrøv:

Tann, ið settur verður, skal helst hava skrivistovuútbúgving ella samsvarandi útbúgving ella royndir á økinum, ein fyrimunur er um viðkomandi hevur góðar telduførleikar í mun til vanlig forrit, sosialar miðlar og heimasíðu, og dugir væl at samskifta á føroyskum í skrift og talu, og kann gera teg skilligan á norðurlendskum og enskum máli, tann setti skal duga at arbeiða sjálvstøðugt.

 

Lønarviðurskifti:

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og S&K ella sambært nærri avtalu.

 

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Anniku V. Dalsgarð, forkvinnu, á tlf. 227553.

 

Skrivlig umsókn:

Skrivligar umsóknir skulu verða Róðrarsambandi Føroya í hendi í seinasta lagi 23.08.2019, og skulu sendast til [email protected]