Skip to main content

Søkt verður eftir húsavørði til tíðaravmarkað, fulltíðarstarv starv, frá 01.02.-2021 ella skjótast tilber  til og við 31.01.-2022. Setanartíðin verður møguliga longd.

 

Starvið er fjølbroytt  og fevnir um umsjón og viðlíkahald av bygningum, økinum  uttan um bygningar, og bilum hjá Økistænastuni. Harumframt fevnir starvið um portørtænastu og vørukoyring. Í samstarv við innkeypara hevur húsavørðurin eisini ábyrgd av køkstænastuni.

 

Førleikakrøv:

Tann ið settur verður í starvið, skal helst hava loki útbúgving sum timburmaður, elektrikari, maskinmeistari ella vera hegnigur bæði til tað tekniska og tað handverksliga. Umsøkjarar við viðkomandi útbúgving hava fyrimun.

·         Duga at arbeiða sjálvstøðugt

·         Vera fyrikomandi og hava góð evnir at samstarva

·         Dáma at verða um eldri og fólk við skerdum førleikum

·         Sjálvstøðugt kunna síggja og loysa smærri umvælingaruppgávur

·         Hava eitt gott yvirlit

·         Verða álítandi og ábyrgdarfullur

 

Vit kunnu bjóða:

·         Eitt jaligt og mennandi umhvørvi, har trivnaður fyri øll hevur høga raðfesting.

·         Góða upplæring

 

Setanarviðurskifti:

Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/ Fíggjarmálaráðið og avvarðandi felag.  

Um tú ynskir at vita nærri um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við økisleiðaran Randarsól Kristiansdóttir, telefon 793601 ella teldupost ot(at)ot.fo

 

Umsókn:

Skrivlig umsókn við avritum av prógvi v.m. skal verða okkum í hendi í seinasta lagi  18.01-2021.      

 

Umsóknin skal sendast til

 Økistænastuna  í Sandoyar Sýslu,  Miðgøta 8, Fo-210 Sandur ella á teldupost  ot(at)ot.fo  Att: Randarsól  Kristiansdóttir