Skip to main content

Sosialurin søkir eftir einum tænastusinnaðum sølufólki - at byrja skjótast gjørligt í fulltíðarstarvi

 

UM STARVIÐ

Sum sølufólk hjá Miðlahúsinum arbeiðir tú við at ráðgeva og selja lýsingar til okkara kundar. Talan er um lýsingar til bløð og in.fo, eisini kemur tú at selja hald og hjálpa til við søluátøkum.

Tú verður partur av einari dynamiskari sølu-og marknaðardeild, sum arbeiðir við at geva kundum okkara eina góða tænastu.

 

VIT VÆNTA:

  • At tú brennur fyri sølu og kundatænastu
  • At tú hevur dirvi og áræði í tínum arbeiði
  • At tú hevur góðan telduførleika
  • At tú dugir og tímir at arbeiða sjálvstøðugt
  • At tú dugir at samskifta
  • At tú hevur ordan og struktur í tínum arbeiði
  • At tú hevur áhugað at menna og styrkja tínar førleikar at selja

 

VIT BJÓÐA:

  • Eitt fjølbroytt og spennandi arbeiðspláss
  • Møguleika fyri í stóran mun skapa tín egna arbeiðsdag
  • Góðar starvsfelagar
  • Føroya bestu plasering – í Vágsbotni í Havn

 

LØN OG SETANARTREYTIR:

Talan er um eitt fulltíðarstarv og verður sett skjótast gjørligt. Starvið verður lønt sambært avtalu. Hevur tú spurningar, kanst tú ringja ella skriva teldupost til: Duritu Adelu Joensen, marknaðarleiðara, tlf. 590252, durita(at)sos.fo  

 

Umsókn við møguligum prógvum og viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 31. oktober 2020. 

 

Um Miðlahúsið

Sosialurin, sum er komin út síðan 1927, kemur út tvær ferðir um vikuna, mikudag og fríggjadag. Mikudag verður Sosialurin borin í hvørt hús í landinum. Miðlahúsið hevur drúgvastu roydir við tíðindum á internetinum, sum hevur verið ein náttúrligur partur av redaktiónini síðan 1997. Miðlahúsið eigur tíðindaportalin in.fo, sum telist millum Føroya størstu tíðindasíður. Í Miðlahúsinum starvast um 20 fólk