Skip to main content

Würth Danmark A/S læt upp nýggjan handil í Føroyum í 2019.

Her er ein fantastiskur møguleiki fyri at vera við og at seta sín egna dám á eitt avbjóðandi starv í nýggjum flottum Würth handli í Tórshavn.

Brennur tú fyri sølu og kundatænastu?

Til okkara nýggja handil í Tórshavn søkja vit eitt sølusinnað, fyrikomandi og væl hýrt sølufólk.

Okkara Würth-handil í Tórshavn liggur væl fyri hjá handverkarum í økinum. Vit dekka tørvin hjá professionella handverkaranum við kvalitetsproduktum og vegleiðing og bjóða okkara breiða úrval til professionellar kundar, serliga innan træ-, metall-, el- og bilbransjuna.

 

Hvat gongur arbeiðið út uppá?

Tú og handilsleiðarin er eitt toymi, ið hevur sum sína týdningarmiklu uppgávu at selja, vegleiða og servisera kundarnar í handlinum.

·     Samstarva við koyrandi sølufólkini hjá Würth Danmark í Føroyum.

·     Trimma og viðlíkahalda handilin og gera hann sølufremjandi og innbjóðandi

·     Telefonavgreiðslu

·     Gjøgnumføra søluátøk

·     Optimera goymsluna og vøruúrvalið

·     Aktiva sølu í handlinum

 

Hvør ert tú?

Tú hevur handils- og/ ella søluroyndir frá t.d. byggimarknaði ella aðrari bransju, har søla av  tekniskum produktum og vegleiðing eru partur av arbeiðinum. Kann eisini vera, at tú ert handverkari.

·     Tú hevur stóran áhuga í handverki og tøkni og hevur hug at læra okkara vøruúrval at kenna

·     Tú ert fleksibul, sølu- og tænastusinnaður eins og tú hevur yvirlit og ert væl hýrdur

·     Tú ert sjálvstøðugur, framtakshuðagur, ert ruddiligur og dámar at hava nógv at gera

·     Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd, tá tú til tíðir kemur at verða einsamallur í handlinum

·     Tú ert telduvandur og roydur í at nýta forritini í MS-Office pakkanum. Kunnleiki til SAP er einfyrimunur, men ikki ein treyt

·     Tú skilir munin ímillum at vera sølufólk og avgreiðslufólk

·     Tú ert positivur av lyndi, praktiskur og dámar at tosa við kundar

 

 Hvat bjóða vit tær?

·     Góða og nærlagda upplæring í okkara handlum í Danmark

·     Søluskeið, produktskeið og góða introduktión um Würth á okkara høvuðsæti í Kolding

·     Eitt spennandi sjálvstøðugt starv í fyritøku í vøkstri, har vit hava klár mál at arbeiða ímóti

·     Eitt starv í einum vælvitjaðum handli, har tú hevur ávirkan á tín gerandisdag

·     Flexiblar og attraktivar arbeiðstíðir

·     Góð starvsfólkaviðurskifti, menningar -og karrierumøguleikar

·     Fasta løn við pensións- og bonusskipan

·     Góðar starvsfelagar og ótilgjørda atmosferu

 

Í byrjanini skalt tú rokna við at ferðast nakrar ferðir til Danmarkar.

 

Hevur tú spurningar til hetta spennandi starv, ert tú vælkomin at kontakta handilsleiðaran Nadhem Zid á tel. +298 289860 ella á mail: nadhem.zid(at)wuerth.dk 

Vit ynskja at móttaka tína umsókn elektroniskt.

 

Sí leinkju: https://wuerth.easycruit.com/vacancy/2385217/13976?iso=dk 

 

Vit rokna við at hava samrøðurnar í Tórshavn.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.