Skip to main content

Dámar tær væl at arbeiða sjálvstøðugt og við verkætlanum?

Yrkisdepilin sóknast eftir einum royndum, dugnaligum og ágrýtnum samskipara at byrja skjótast gjørligt.

Starvið er sera fjølbroytt og uppgávan hjá samskiparanum verður at arbeiða við ymiskum verkætlanum innan yrkisútbúgvingarøkið, bæði innanhýsis og saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, sum varða av virkseminum hjá Yrkisdeplinum.

Starvið er tíðaravmarkað fulltíðarstarv fram til 1. februar 2021.

 

Uppgávurnar

At arbeiða við ymiskum verkætlanum, ið hava við yrkisútbúgvingarøkið at gera:

· Vera við til at verkseta skrásetingarskipan til Yrkisdepilin og lýsa arbeiðsgongdir

· Samskipa arbeiðið at lýsa nýggjar útbúgvingar

· Arbeiða við heimasíðuni og gera kunningartilfar til lærlingar og lærupláss

 

Førleikakrøv

Vit vænta, at tú hevur:

· viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni

· hevur royndir við at arbeiða við líknandi verkætlanum

· góð samstarvs- og samskipanarevni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum

· evni at seta í verk fyriskipanir

· góð greiningarevni og dugir væl at miðla vitan

 

Lønar- og setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag, t.e. AKF, BLF ella Starvsmannafelagið.

 

Vit bjóða

Eitt sera spennandi og avbjóðandi starv, har tú ert við til at bróta upp úr nýggjum. Starvið hevur skiftandi uppgávur og nógv samskifti, bæði innanhýsis og úteftir.

 

Umsókn Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, C.V. o.ø. skal sendast við telduposti til: yrkisdepilin(at)yrkisdepilin.fo 

 

Umsóknin skal vera Yrkisdeplinum í hendi í seinasta lagi mikudagin 8. juli 2020.

Ynskjast fleiri upplýsingar, er tú væl komin at seta teg í samband við Randi Frederiksberg, leiðara á Yrkisdeplinum, á tlf. 212000.