Skip to main content

Vit leita eftir einum starvsfelaga í fyrisitingina, sum skal hava ábyrgd av uppgerðum av tiltøkum, kassarapportum, atgongumerkjaskipan o.ø. í samstarvi við verkætlanarleiðararnar og fíggjarleiðaran. Vit kunnu bjóða tær eitt livandi og skapandi arbeiðspláss í einum mentanarhúsi har ongin dagur er eins.

 

Ert tú tann vit sóknast eftir?
• Tú dugir væl við tølum
• Tú hevur royndir við fyrisitingarligum arbeiði
• Tú ert virkin og jalig/ur
• Tú ert skipað/ur og hevur gott yvirlit
• Tú dugir eitt av skandinavisku málunum, og tú dugir føroyskt
• Tú hevur viðkomandi útbúgving og royndir, og tú hevur góðar KT-førleikar (serliga í mun til Excel)

 

Løn og setanarviðurskifti:

Løn og setan eftir ásetingum hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum og annars sambært sáttmálanum ímillum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Tíðaravmarkað starv við sáttmála vanliga í 4 ár, sum kann leingjast við í mesta lagi 4 árum afturat. Talan er um fulltíðarstarv. Serligar treytir eru galdandi fyri fólk, sum verða sett úr øðrum londum enn Føroyum. Vit stremba eftir kynsjavnvág. Viðkomandi, sum verður settur fær neyðuga upplæring.

 

Umsóknarfreistin er 22 juli. Umsóknin má sendast talgilt á www.norden.org 
Trýst her fyri at koma til umsóknarfrymilin.


Vit ynskja at viðkomandi, sum fær starvið, byrjar 15. september 2019 ella eftir avtalu.

 

Umsóknin skal fevna um skriv, sum lýsir viðkomandi royndir, kunnleika og títt ynski um at arbeiða í Norðurlandahúsinum í Føroyum umframt títt CV. Umsóknin kann skrivast á skandinaviskum ella føroyskum.

 

Spurningar kunnu stílast til stjóran Gunn Hernes á gunn(at)nlh.fo  ella umvegis móttøkuna á 351 351

 

Um Norðurlandahúsið í Føroyum (NLH)

Norðurlandahúsið í Føroyum er ein mentanarstovnur undir Norðurlendska Ráðharraráðnum og Føroya Landstýri. Fremsta uppgávan hjá Norðurlandahúsinum er at vísa fram norðurlendska list og mentan í Føroyum og at breiða út og styrkja føroyska list og mentan lokalt, í hinum Norðurlondunum og altjóða. Vit hava eina fjølbroytta skrá av tónleiki, bókmentum, palllist, filmi, myndlist, fyrilestrum, ráðstevnum o.ø. Stovnurin telur 15 starvsfólk og hevur uml 400 tiltøk um árið.