Skip to main content
8°C
Wednesday
28. October 2020
Føroyar í dag

Starv sum eftirlitsfólk/málsviðgerði á Arbeiðs- og brunaeftirlitið er leyst at søkja, nú eitt av okkara starvsfólkum fer úr starvi.

Um starvið
Talan er um eitt fakliga áhugavert og avbjóðandi starv, har tú fært møguleika fyri at geva eitt munandi íkast í at hækka trygdina í føroyska samfelagnum.

Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um brunaøkið m.a.:

·   at gera brunasýn av ávísum sløgum av bygningum, mannaverkum og virksemi o.a.,

·   at vegleiða stovnum, kommunum, fyritøkum og borgarum um brunatrygdarlig       viðurskifti,

·    at gera brunatøkniliga málsviðgerð av eldhættisligum virksemi o.a.,

·    at gera uppskot til vegleiðingar innan brunatrygd o.a.

Arbeiðsuppgávurnar fevna eisini um onnur virkisøki hjá stovninum – t.d. arbeiðsumhvørvi.

Útbúgving, førleikakrøv og persónligir eginleikar
Vit vænta, at tú hevur útbúgvin sum verkfrøðingur ella byggifrøðingur, umframt at tú hevur áhuga fyri og møguligar royndir frá brunaøkinum.

Í starvinum er neyðugt, at tú:

·         dugir væl at samskifta á føroyskum í skrift og talu og kanst gera teg skilligan á norðurlendskum og enskum máli,

·         dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi,

·         dugir at fasthalda yvirlitið, tá ið hart leikar á,

·         dugir at arbeiða miðvíst,

·         hevur góðan røkjuskap,

·         dugir at nýta vanliga KT.

Vit vænta, at tú hevur eitt jaligt lyndi, samstarvshug og fakligt ágrýtni til at seta teg inn í øll virkisøkini hjá stovninum.

Lønar- og setanartreytir 
Talan er um fast starv, ið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Umsókn
Umsóknir til starvið við avriti av prógvum og viðmælum skulu sendast til Arbeiðs- og brunaeftirlitið, Eirargarður 2, 2. hædd, FO-110 Tórshavn, ella til umsokn(at)arb.fo.

Umsóknarfreistin er hósdagin 29. oktober 2020.

Meira kunning um starvið fæst við at venda sær til Leiv Persson, stjóra, á telefon 23 64 40, ella við telduposti á lp(at)arb.fo.