Skip to main content

Kommunufelagið søkir eftir fulltrúa at byrja 1. januar 2020, ella eftir nærri avtalu.


Um starvið
Sum fulltrúi í Kommunufelagnum kemur tú at arbeiða við fjølbroyttum ráðgevandi og fyrisitingarligum uppgávum innan nógv ymisk øki.


Tú skalt ráðgeva og vegleiða kommunupolitikarum og kommunustarvsfólki í almennum spurningum og ivamálum, og umboða Kommunufelagið í arbeiðsbólkum og nevndum.
Talan er um eitt spennandi starv í einum politiskum umhvørvi, har tú viðhvørt skalt kunna arbeiða undir ávísum trýsti og uttanfyri vanliga arbeiðstíð.


Sum starvsfólk í Kommunufelagnum verður tú partur av einum fakliga dyggum og livandi umhvørvi, har tú bæði fært møguleika at menna tínar førleikar, og at seta títt fakliga fingramerki á ein kommunalan geira í stórari menning.


Førleikakrøv
Vit vænta, at tú hevur útbúgving á master- ella bachelorstigi, til dømis innan samfelagsbúskap ella stjórnmálafrøði við góðum innliti í búskaparfrøði. Harumframt vænta vit at:
• Tú hevur áhuga fyri samfelagsviðurskiftum
• Tú hevur ein góðan penn á føroyskum, og megnar at samskifta torgreiddar spurdómar á greiðum máli munnliga og skrivliga; og at tú hevur virðing fyri og vilja til at samstarva og samskifta við politisku skipanina
• Tú hevur politiskt tev og evni at geva títt uppbyggjandi íkast í ymiskum samanhangum, har partarnir hava ymisk áhugamál
• Tað er umráðandi, at tú hóskar inn í starvsfólkahópin í Kommunufelagnum, at tú hevur góð samstarvsevni, er samstarvsfús/ur og hevur førleika og vilja til at síggja og fremja skilagóðar loysnir
• Samstundis skalt tú megna at arbeiða sjálvstøðugt, taka ábyrgd og vera framtakshugað/ur
• Royndir frá líknandi størvum eru ein fyrimunur, men eingin treyt.


Lønartreytir- og setanartreytir
Starvið er fulla tíð og verður sett eftir sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi yrkisfelag.


Starvsstaður er í Kommunuhúsinum í Tórshavn.


Umsókn
Umsókn við prógvum, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast á teldupostadressu: eydunc(at)kf.fo 


Umsóknin skal vera Kommunufelagnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 25 nov. 2019. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.


Samband
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Eyðun Christiansen, stjóra í Kommunufelagnum á telefon 282480.


Upplýsingar um Kommunufelagið finnur tú á heimasíðu felagsins www.kf.fo 


Kommunufelagið røkir áhugamálini hjá kommununum. Starvsfólkini í

Kommunufelagnum ráðgeva og vegleiða kommunupolitikarum og kommustarvsfólki í almennum spurningum og ivamálum, og umboða kommunurnar í arbeiðsbólkum og nevndum.

Kommunufelagið heldur til í Kommunuhúsinum í R.C.Effersøesgøtu 26, saman við Kommununala Arbeiðsgevarafelagnum og Barnaverndarstovu Føroya