Skip to main content

Hevur tú hugsjónir um eftirskúlamenning og hevur áhugað og hegni at átaka tær leiðslustarv í Føroya fyrsta eftirskúla, so hevur tú møguleika at søkja starvið sum skúlastjóri í Føroya Eftirskúla.

 

Um Føroya Eftirskúla

Føroya Eftirskúli byrjar í august. Nógv ár eru farin afturum, síðani ætlanin við einum eftirskúla í Føroyum vóru sett á breddan. Loksins verður byrja.

Fyrsta árið verið næmingatali avmarkað, men ætlanin er at økja so líðani um næmingatali. Tengd, at skúlanum, og undir ábyrgd skúlastjórans, verða, lærarar, hjálparfolk, serlærdir undirvísarar, húsavarðar og vaktir á næmingaheiminum.  

Bygnaðarliga er skúlin skipaður, sum eitt 10. & 11. floks tilboð við serstøkum breytum. Partvíst samstarv er eisini við Tvøroyrar Skúla.

 

Føroya Eftirskúli hevur egið høli á Sjógøtu 2, Tvøroyri, við skrivstovu og undirvísingarhølum.

Á Miðbrekku 12, liggur næmingaheimið.

 

Um starvið

Talan er um eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum, har tú sum skúlastjóri skalt mynda skúlan og skipa samstarvið við avvarðandi partar.

 

Skúlastjórin hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virskemi skúlans, har høvuðsuppgávurnar eru:

·         at mynda, skipa byrjanina av Føroya Eftirskúla, m.a, innrætting, innhald, skipa og menna lærugreinir og serstøku breytinum á Føroya                     Eftirskúla.

·         at standa á odda fyri fakligari menning og dygd

·         at fremja eina mennandi  starsvfólkaleiðslu og virka fyri, at lærarar og onnur starvsfólk skúlans hava umstøður fyri fakligari menning

·         at virka fyri trivnaði og góðum samstarvi bæði við atliti at næmingum og starvsfólki skúlans

·         at fremja gott samstarv millum skúla, foreldraráð, áhugabólk. Eggja næmingum og foreldrum at fáa mest burtur úr skúlagongdini bæði                 fakliga og sosialt

·         Virka í tøttum samstarvi við Stýrið eftirskúlans.

·         at skipa fíggjar-, rakstrar- og málstrýing skúlans.

 

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving ella útbúgving frá lærdum háskúla, ella aðra samsvarandi útbúgving, har umframt starvsroyndir og leiðsluroyndir.

 

Persónligar dygdir hjá umsøkjarum eru:

·         góð leiðslu- og samstarvsevni, og vilja og evni at royna nýggjar leiðir

·         ágrýtin og virkin til at starta upp ein nýggjan skúla

·         áhuga fyri avbjóðingum og førleika at taka neyðugar avgerðir

·         góðan málførleika í føroyskum, enskum og norðurlendskt.

·         Leiðsluroyndir við børnum og ungum eru ein fyrimunur

 

Setanarviðurskifti

Setanarøkið er undir Stýrinum í Føroya Eftirskúla saman við Mentamálaráðnum. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið er flokkað í lønarflokki 37.1 sbrt. avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag: Starvið verður sett frá 1. juli 2019, ella so skjótt sum til ber.

 

Umsóknir

Umsóknir saman við avriti av prógvi, C.V. og møguligum viðmælum skal vera Stýrinum í Føroya Eftirskúla í hendi í seinasta lagi 20. juni 2019.

 

Umsóknin verður stílað til:

Føroya Eftirskúla, Sjógøta 2, 800 Tvøroyri

Postrúm 70 – 800 Tvøroyri

ella við t-posti: info(at)eftirskulin.fo