Skip to main content
3°C
Saturday
22. February 2020
Føroyar í dag

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir starvsfólki til dagtilhaldið á Hamragarði og til virkisstovuna og deildina á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi.
Talan eru um farloyvisstørv.

 

Ert tú íverksetari, hevur hug og torir ganga nýggjar leiðir, er fleksibul og opin fyri nýggjum avbjóðingum, er tað tær vit leita eftir
Talan er um avbjóðandi og gevandi størv í einum tvørfakligum toymi. Endamálið er at tryggja, at borgarin livir eitt virkið lív og upplivir øktan tryggleika, førleika, yvirskot og orku til gerandisdagin.


Vit søkja eftir:
Einum  starvsfólki til dagtilhaldið á Hamragarði frá 1. mars 2020 ella skjótast til ber og til 31. januar  2021 í starvsbrøki 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna.
Einum  starvsfólki  til  virkisstovuna og  deildina á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi frá 1. mars 2020 ella skjótast til ber og til 31. december 2020 í starvsbrøki 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna.


Vit vænta av tær, at tú:
• Hevur eina heilsufakliga útbúgving
• Royndir innan eldraøkið er ein fyrimunur
• Hevur evni at samstarva við búfólk, avvarðandi, starvsfólk og leiðslu
• Hevur telduførleika á brúkarastøði
• Koyrikort til bil

 

Vit kunnu bjóða:
• Eitt dynamiskt og fjølbroytt starv
• Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
• Eitt starv við nógvum avbjóðingum
• Fakliga og persónliga menning


Lønar- og setanartreytir:
Størvini verða sett sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi yrkisfelag.

 

Upplýsingar
Um tú ynskir at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til:
Daimi Kjærbo úr Hørg eindarleiðara tlf. 793503

 

Umsókn:
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til:

 

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy
att. Anna Djurhuus, leiðara
Eiðisvegur 28
900 Vágur
ella: bhs(at)bhs.fo    

umsóknarfreist: 24. februar kl 12.00