Skip to main content
11°C
Sunday
20. September 2020
Føroyar í dag

Tórshavnar kommuna søkir vegna Býlingshúsið í Maritugøtu eftir einum starvsfólki at arbeiða umleið 15 tímar um vikuna í vøggustovu. Møguleiki er fyri at fáa fleiri tímar. Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir avtalu.

 

Vit eru:

Ein stovnur við tveimum vøggustovum og tveimum barnagarðsstovum. Vit hava 59 børn í húsinum – 23 vøggustovubørn og 36 barnagarðsbørn saman við 16 starvsfólkum – 8 námsfrøðingum og 9 hjálparfólkum.

Vit hava ein væl samansettan starvsfólkahóp, sum hevur nógvar royndir og vitan – vit samskifta og deila vitanina millum okkum og síggja tað sum ein part av okkara samleika.

 

Vit vænta, at:

  • tú hevur hug at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag, við virðing fyri tí einstaka barninum og foreldrum teirra
  • tú hevur hug at menna námsfrøðiliga arbeiðið
  • tú vilt samstarva og arbeiða eftir okkara virðum og námsætlan
  • tú tekur ábyrgd, kanst taka avgerðir og arbeiða sjálvstøðugt
  • tú ert ágrýtin, tolin og nærverandi
  • tú sært møguleikar, heldur enn forðingar
  • tær dámar væl at vera úti og brúka rørslu og náttúru sum námsfrøðiligt amboð
  • tú ert luttakandi saman við børnunum

 

 

Vit bjóða tær:

  • eitt týdningarmikið og fjølbroytt starv við nógvum avbjóðingum
  • eitt starv, sum tú hevur møguleika at seta tín dám á
  • eitt starv, har viðurkenning og relationsarbeiði hevur stóran týdning í okkara arbeiði fyri at skapa tryggleika, trivna og menning
  • at gerast partur av einum dugnaligum starvsfólkatoymi, har trivnaður og faklig menning eru høgt raðfest

 

 

Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

 

 

Umsókn

saman við prógvi, møguligum viðmælum og upplýsing um royndir, verður at senda til torshavn(at)torshavn.fo í seinasta lagi týsdagin 29. september 2020.

 

 

Meiri fæst at vita

um okkum og starvið við at venda sær til Valborg Heradóttir Hammer, stovnsleiðara, á tlf. 285330 / 302400 ella við at vitja heimasíðu okkara www.maritugota.fo