Skip to main content

Deildin Vernd á Umhvørvisstovuni arbeiðir fyri at fyribyrgja og avmarka dálking frá ymiskum virksemi landi og á sjónum og at verja náttúruna og margfeldið í náttúruni. Vit granska innan náttúru og umhvørvi. Vit gera uppskot til lógir og kunngerðir og luttaka í norðurlendskum og altjóða samstarvi.

 

Starvið
Tú verður týðandi partur av toymi, sum skal samskipa arbeiðið at fyribyrgja og týna rottu í Føroyum í samstarvi við kommunurnar.

Eftirlit við spillivatnsskipanum er ein týðandi uppgáva í sambandi við at fyribyrgja rottu.

Eisini er umráðandi at forða fyri, at rotta spjaðir seg til oyggjar, har eingin rotta er.

Tú verður eisini við til byggja upp nýggja náttúrufyrisiting á Umhvørvisstovuni og at savna og skráseta vitan um føroysku náttúruna.

Tú verður við til at gera vegleiðingar, skipa fyri verkstovum og skeiðum og gera upplýsandi tilfar til almenningin.

Talan kann eisini vera um aðrar uppgávur treytað av førleikum og áhuga.

 

Førleikar
Tú hevur hægri náttúruvísindaliga, samfelagsvísindaliga ella aðra viðkomandi útbúgving. Tú hevur áhuga fyri og kunnleika til føroysku náttúruna.

Góður telduførleiki og royndir við GIS skipanum og dátagrunnum eins og kunnleiki og royndir við almennari fyrisiting eru fyrimunir.

Tú dugir væl at samskifta í skrift og talu á føroyskum, norðurlendskum og enskum. Tú hevur koyrikort til bil.

 

Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv at byrja skjótast gjørligt.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikara­felag Føroya ella annað viðkomandi yrkisfelag. Arbeiðsstaður er Umhvørvisstovan.

Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli o.ø., skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 10. august 2020.

Umsóknir skulu sendast við telduposti til starv(at)us.fo ella sum bræv.

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Suna Petersen, deildarleiðara á Vernd, teldupostur sunip(at)us.fo, tlf. 234344.