Skip to main content

Á Vistarheiminum eru trý størv leys at søkja til setan skjótast til ber.

 

Til fyrsta starvið verður søkt eftir sjúkrarøktarfrøðingi.

 

Til  næsta verður søkt eftir námsfrøðingi, heilsurøktara ella øðrum fólki við heilsufakligari útbúgving.

 

Til triðja starvið verður søkt eftir hjálparfólki.

 

Til øll størvini er tað ein fyrimunur, um umsøkjarar hava royndir innan psykiatriska økið.

 

Øll størvini eru føst størv. Setanarbrøkurin verður eftir avtalu og kann vera millum 0,5 og 1. Arbeiðið er í skiftandi vaktum, dag- kvøld- og náttarvaktir.

Vistarheimið er eitt sambýli og heim hjá fólki við sálarligum sjúkum.

Vit arbeiða miljøterapeutiskt. Vit arbeiða við at menna og stimbra, og við at skipa ein innihaldsríkan gerandisdag fyri búfólkini.

Vit vænta, at tú hevur áhuga at arbeiða innan psykiatriska øki, at tú hevur góð samstarvsevnir og ert fleksibul og tolin av lyndi.

 

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfeløg.

 

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Asbjørg Jacobsen leiðara, telefon 213381.

 

Umsóknir við avritum av prógvum, viðmælum o.ø. skulu sendast til Tórshavnar Privata Vistarheim, Argjavegur 26A, 160 Argir, ella til teldupostaddressu: asbjorgja(at)av.fo.

 

Umsóknarfreistin er 24. februar 2020 kl. 12.00.