Skip to main content

Um starvið

 

Stjórin hevur ábyrgdina av dagliga rakstrinum hjá orkestrinum og hevur mótvegis stýrinum ábyrgdina av fíggjarviðurskiftum, marknaðarføring, listarligu leiðsluni og fyrisitingini. Stjórin mannar orkestrið í samráð við samstarvsnevndina og ger á hvørjum ári fíggjarætlan fyri komandi tónleikaár, sum verður send stýrinum at góðkenna. Harumframt er stjórin skrivari hjá stýrinum, samstarvsnevndini og stendur fyri umstiting av heimasíðu og intraneti hjá orkestrinum. Saman við tónleikanevndini hevur stjórin listarligu leiðsluna av orkestrinum og skal eisini virka fyri, at menna fíggjarliga grundarlagið hjá orkestrinum. Stjórin hevur tilvísing til stýrið.

 

Talan er um eitt starv við nógvum samskifti við tónleikarar og samstarvspartar hjá orkestrinum. Góð evni at fyriskipa, samstarva og samskifta er ein avgerandi treyt. Neyðugt er við góðum innliti í tónleik og viðurskifti í sambandi við framførðslu av symfoniskum tónleiki. Harumframt er neyðugt við førleika til at fyrisita og umsita fíggjarviðurskifti.

 

 

Løn og setanartreytir

 

Talan er um eitt parttíðarstarv við skiftandi arbeiðstíð. Starvið er tíðaravmarkað til fýra ár og kann verða longt fyri fýra ár ísenn.

 

Tann sum settur verður má kunna átaka sær at arbeiða eftir tørvi. T.v.s at arbeiðstíðin er serliga nógv kring konsertirnar.  Løn sambært avtalu.

 

 

Ynskir tú at fáa meira ítøkiligar upplýsingar, kanst tú seta teg í samband við fráfarandi stjóran Poul Jákup Thomsen fart. 211112 ella [email protected] ella stýrisformannin, Jógvan Thomsen, fart. 556021, ella jt(at)vs.fo .

 

Umsókn

 

Umsóknir við prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu sendast við telduposti til Grannskoðaravirkið SPEKT,  teldupostadressa:  fz(at)spekt.fo

Merkt: Umsókn til FSO

 

Umsóknir skulu vera Føroya Symfoniorkestri í hendi í seinasta lagi hósdagin 1. august 2019 kl. 12:00. Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.