Skip to main content

Tjóðpallur Føroya søkir eftir stjóra at seta í starv frá 1. februar 2020.

Tjóðpalsstjórin hevur listaligu og fyrisitingarligu ábyrgdina av týdningarmesta

almenna mentanarstovninum, tá ræður um føroyska leiklist.

 

Førleikakrøv

Vit vænta at umsøkjarar hava:

• Leiklistaliga, leiklistafrøðiliga útbúgving ella samsvarandi royndir

innan leiklistaliga økið.

• Útbúgving ella royndir innan leiðslu, fyrisiting og fíggjarstýring.

• Visjónir fyri føroyskari leiklist og fyri framtíðar føroyska Tjóðpallin.

• Evnini og viljan at samstarva breitt, við allar týðandi tættir í føroyska

leiklista- og mentanarumhvørvinum.

• Áræði og evnini at vera ein virkin viðleikari í skapanini av nýggja

Tjóðleikhúsinum.

 

Lønar- og setanarviðurskifti

Starvið er áramálssett til 5 ár, og lønt sambært 37. lønarflokki í sáttmála

millum Føroya Tænastumannafelag og Fíggjarmálaráðið, tó uttan at

vera tænastumannastarv. Eru spurningar um starvið, ber til at venda

sær til forkvinnuna fyri Leiklistaráðið, Ingibjørg Berg, á telefon 213080

ella á [email protected]

 

Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (CV) kann sendast til: [email protected] Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 16. desember 2019 kl. 12.00.

 

_______________________________________________________________

Tjóðpallur Føroya hevur eina árliga fíggjarætlan á 5.999.000 kr. við 5.151.000 kr. í almennari rakstrarjáttan og umleið 848.000 kr. í eginfígging. Á stovninum starvast, umframt stjóran,1 skrivstovufólk og í ársmiðal 10-12 verkætlanarsett starvsfólk í styttri ella longri tíðarskeið. Tjóðpallurin setur í miðal 4 leikverk upp um árið. Karmar fyri Tjóðpallin eru at finna í Lóg um Tjóðpall Føroya frá 2003.