Skip to main content

Áðrenn vit vita av, so er summarið komið, og tí sóknast Strandfaraskip Landsins (SSL) eftir stýrimonnum, maskinmonnum og dekkarum, at avloysa umborð á skipunum kring landið í summar.

 

Niðanfyri fært tú innlit í hvørji førleikakrøv eru til størvini. Eitt, ið er sera umráðandi útyvir førleikakrøvini er, at tú ert tøk/ur alt tíðarskeiðið. Talan er um tíðarskeiðið frá fyrst í mai til síðst í septembur.

Arbeiðstíðin verður fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi ein avloysir umborð á.

 

 

Stýrimenn

 

Førleikakrøv:

·         STCW áteknað sjóvinnubræv sum stýrimaður/skipari við handilsskipum

·         Heilsuváttan (bláu bók)

·         Trygdarskeið - STCW A-VI/1-1, A-VI/1-2, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1

·         Bátaføraraskeið

·         Sjúkraviðgerð umborð á skipum

·         GMDSS

·         Eldsløkking fyri skipsyvirmenn

·         Skjóttsiglandi bjargingarbátur (FRB)

·         ECDIS

 

Lønar- og setanarviðurskifti:

Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag.

Starvið verður lønt sambært nevnda sáttmála.

 

 

Maskinmenn

 

Førleikakrøv:

·         STCW áteknað sjóvinnubræv sum skipsmaskinmeistari/maskinistur

·         Heilsuváttan (bláu bók)

·         Trygdarskeið - STCW A-VI/1-1, A-VI/1-2, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1

·         Bátaføraraskeið

·         Eldsløkking fyri skipsyvirmenn

·         Skjóttsiglandi bjargingarbátur (FRB)

 

Lønar- og setanarviðurskifti:

Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið.

Starvið verður lønt sambært nevnda sáttmála.

 

­

 

Dekkarar

 

Førleikakrøv:

·         Fulltikin/ófulltikin dekkari

·         Heilsuváttan (bláu bók)

·         Trygdarskeið - STCW A-VI/1-1, A-VI/1-2, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1

·         Eldsløkking umborð á skipum

 

Tað kann verða ein fyrimunur, at hava bátaføraraskeið, skjóttsiglandi bjargingarbátur (FRB) og koyrikort til lastvognar o.a.

 

Lønar- og setanarviðurskifti:

Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Starvið verður lønt sambært nevnda sáttmála.

 

 

Onnur viðkomandi krøv fyri øll størvini

Í mun til málførleika skalt tú megna at samskifta og vegleiða ferðafólk á føroyskum ella donskum og enskum.

Harafturat er tað ein fyrimunur at hava kunnleika til hesar telduskipanir: Outlook, Pre-Master og Sharepoint.

 

Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevnir. Vit vænta eisini, at tú ert fyrikomandi, álítandi, kundavinarlig/ur og fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.

 

Umsókn og umsóknarfreist

Umsókn við avritum av prógvum, og møguligum viðmælum skal sendast til Eyðhild Jacobsen, leiðsluskrivara, á teldupost [email protected] ella til:

 

Strandfaraskip Landsins
Sjógøta 5,
Postrúm 30,
FO-810 Tvøroyri.

 

GG: Viðmerkjast skal í umsóknina og evnisteigin, hvat starv tú søkir.

 

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 28. februar 2020 kl. 12.00. Nærri upplýsingar um størvini kunnu fáast við at venda sær til manningasamskiparan, Páll Heri Nolsøe, á tlf. 293024 ella við at senda ein teldupost til pan(at)ssl.fo.

 --------------------------------------------------------------------------------------------------------

Um Strandfaraskip Landsins

Strandfaraskip Landsins (SSL) er landsfyritøka undir Fíggjarmálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi.SSL umsitur 28 farleiðir, har av 8 oyggjaleiðir og 20 bygdaleiðir. Til at røkta hesar leiðir hevur SSL 8 ferjur og 40 bussar. Samlaða ferðafólkatalið fyri 2019 var umleið 1,2 mió. Til at røkja hesar tænastur hevur SSL umleið 160 starvsfólk, svarandi til um 120 ársverk.