Skip to main content
3°C
Saturday
22. February 2020
Føroyar í dag

Áðrenn vit vita av, so er summarið komið, og tí sóknast Strandfaraskip Landsins (SSL) eftir kokkum, harafturat kiosk-, catering- og reingerðarfólki til at avloysa umborð á skipunum kring landið í summar.

 

Niðanfyri fært tú innlit í hvørji førleikakrøv eru til størvini. Eitt, ið er sera umráðandi útyvir førleikakrøvini er, at tú ert tøk/ur alt tíðarskeiðið. Talan er um tíðarskeiðið frá fyrst í mai til síðst í septembur.

Arbeiðstíðin verður fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi ein avloysir umborð á.

 

Avloysarayvirlit:

- Kokkar til Smyril og Teistan

- Køkshjálp til Smyril

- Uppvaskara til Smyril

- Kioskhjálp til Teistan

- Cateringfólk til Smyril

- Reingerðarfólk til Smyril

 

 

Kokkar til Smyril og Teistan

 

Førleikakrøv:

·         Heilsuváttan (bláu bók)

·         Trygdarskeið - STCW A-VI/1-1, A-VI/1-2, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1

·         Í mun til málførleika skalt tú megna at samskifta og vegleiða ferðafólk á føroyskum ella donskum og enskum

 

Tað kann verða ein fyrimunur at hava vinnubræv sum skipskokkur ella reinførisprógv (Hygiejne Certificate) og at hava kunnleika til hesar telduskipanir: Outlook, Pre-Master og Sharepoint.

 

Til starvið umborð á Teistanum, kann harafturat verða ein fyrimunur, um tú hevur kunnleika til kassaskipanina LS-Retail.

 

Lønar- og setanarviðurskifti:

Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Starvið verður lønt í lønarflokki 6.

 

 

Køkshjálp til Smyril

 

Førleikakrøv:

·         Heilsuváttan (bláu bók)

·         Trygdarskeið - STCW A-VI/1-1, A-VI/1-2, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1

·         Í mun til málførleika skalt tú megna at samskifta og vegleiða ferðafólk á føroyskum ella donskum og enskum

 

Tað kann verða ein fyrimunur at hava vinnubræv sum skipskokkur ella reinførisprógv (Hygiejne Certificate).

 

Lønar- og setanarviðurskifti:

Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Starvið verður lønt í lønarflokki 6.

 

 

 

Uppvaskara til Smyril

 

Førleikakrøv:

·         Heilsuváttan (bláu bók)

·         Tú skalt vera sjóstek/ur

 

Tað kann verða ein fyrimunur at hava reinførisprógv (Hygiejne Certificate).

 

Lønar- og setanarviðurskifti:

Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Starvið verður lønt í lønarflokki 6.

 

 

Kioskfólk til Teistan

 

Førleikakrøv:

·         Heilsuváttan (bláu bók)

·         Tú skalt vera sjósterk/ur

·         16 ár ella eldri

·         Í mun til málførleika skalt tú megna at samskifta og vegleiða ferðafólk á føroyskum ella donskum og enskum

 

Tað kann verða ein fyrimunur at hava reinførisprógv (Hygiejne Certificate) og kunnleika til kassaskipanina LS-Retail.

 

Lønar- og setanarviðurskifti:

Setanartreytir og tímaløn verða sambært sáttmálanum hjá Føroya Arbeiðarafelag.

 

­­­

Cateringfólk til Smyril

Umframt feriuavloysarar, so sóknast vit eisini eftir tveimum fulltíðar cateringfólki í tíðarskeiðinum 1. mai 2020 til 31. august 2020. Minst til at viðmerkja hvat starv, tú ynskir at søkja.  

 

Førleikakrøv:

·         Heilsuváttan (bláu bók)

·         Trygdarskeið - STCW A-VI/1-1, A-VI/1-2, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1

·         Í mun til málførleika skalt tú megna at samskifta og vegleiða ferðafólk á føroyskum ella donskum og enskum

 

Tað kann verða ein fyrimunur, at hava reinførisprógv (Hygiejne Certificate) og Crowd and Crisis Management (Ro-Ro ferðamannaskip) STCW A-V/2-1, 2-3.

Eisini kann verða eina fyrimunur, um tú hevur kunnleika til kassaskipanina LS-Retail.

 

Lønar- og setanarviðurskifti:

Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Starvið verður lønt í lønarflokki 6.

 

 

Reingerðarfólk til Smyril

 

Førleikakrøv:

·         Tað er sera týdningarmikið, at tú ert nærløgd/nærlagdur í tínum arbeiði

·         Hevur hegni fyri reingerð

·         Er likamliga væl fyri

·         Starvið krevur, at tú dugir at starvast sjálvstøðugt

 

Tað kann verða ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan reingerð.

 

Lønar- og setanarviðurskifti:

Setanartreytir og tímaløn verða sambært sáttmálanum hjá Føroya Arbeiðarafelag.

 

 

Onnur viðkomandi krøv fyri øll størvini

Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevnir. Vit vænta eisini, at tú ert fyrikomandi, álítandi, kundavinarlig/ur og fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.

 

Umsókn

Umsókn við avritum av prógvum, og møguligum viðmælum skal sendast til Eyðhild Jacobsen, leiðsluskrivara, á teldupost [email protected] ella til:

 

Strandfaraskip Landsins
Sjógøta 5,
Postrúm 30,
FO-810 Tvøroyri.

 

GG: Viðmerkjast skal í umsóknina og evnisteigin, hvat starv tú søkir.

 

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 28. februar 2020 kl. 12.00. Nærri upplýsingar um størvini kunnu fáast við at venda sær til manningasamskiparan, Páll Heri Nolsøe, á tlf. 293024 ella við at senda ein teldupost til pan(at)ssl.fo.

 

 ---------------------------------------------------------------------------------------------------------

Um Strandfaraskip Landsins

Strandfaraskip Landsins (SSL) er landsfyritøka undir Fíggjarmálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi.SSL umsitur 28 farleiðir, har av 8 oyggjaleiðir og 20 bygdaleiðir. Til at røkta hesar leiðir hevur SSL 8 ferjur og 40 bussar. Samlaða ferðafólkatalið fyri 2019 var umleið 1,2 mió. Til at røkja hesar tænastur hevur SSL umleið 160 starvsfólk, svarandi til um 120 ársverk.