Skip to main content

SSL er í eini spennandi menningartíð við nógvum broytingum, millum annað tøknibroytingum. Til at loysa nakrar av teimum spennandi avbjóðingunum, ið liggja fyri framman, hava vit brúk fyri einum sølusamskipara, ið hevur tev og áhuga fyri kundarøkt, tøkniligum ferðsluskipanum og frálæring.

 

Sølusamskiparin fær fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur í framtakssamum arbeiðsumhvørvi, við møguleika at ávirka egnan arbeiðsdag og at taka ábyrgd av egnari fakligari og persónligari menning.

 

Partur av Samferðsludeildini við nógvum innan- og uttanhýsis sambandi og samskifti

Á Samferðsludeildini verður arbeitt miðvíst við at veita eina dygdargóða kundatænastu og menning av ferðslu- og flutningsviðurskiftum. Sum sølusamskipari fært tú ábyrgdøkir innan sølu- og samferðsluviðurskifti. Starvið er sjálvstøðugt og avbjóðandi, við nógvum samskifti við samstarvsfelagar og viðskiftar.

 

Tú kemur m.a. at arbeiða við:

·         Sølu- og marknaðarrøkt

·         Sølusamskipan og -menning

·         Vitanar-/analysuvirksemi og sáttmálaeftirliti

·         Hagtalsumsiting og búskaparligt framløguvirksemi

 

Vit vænta, at tú sum sølusamskipari:

·         Ert broytingarsinnað/-ur og sær týdningin av nýhugsan

·         Hevur góð samstarvsevni, ert neyv/-ur, álítandi og tænastusinnað/-ur

·         Hevur góðar teldukunnleikar og málsligar førleikar

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Dagligi arbeiðsstaðurin er á Tvøroyri. Starvið ynskist sett skjótast til ber, men eftir avtalu er SSL til reiðar at bíða eftir best skikkaða til starvið. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

 

Umsókn

Umsókn við avritum av prógvum og viðmælum skal sendast til Eyðhild Jacobsen, leiðsluskrivara á t-post [email protected] ella til

Strandfaraskip Landsins

Sjógøta 5, Postrúm 30

FO-800 Tvøroyri.

 

Umsóknin, ið ber heitið “Sølusamskipari”, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 16. august 2019.

 

Neyvari upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Dánial Paula Davidsen, Samferðslu- og Marknaðarleiðara á tlf. nr. +298 293081.

 

Strandfaraskip Landsins er ein landsfyritøka undir Samferðslumálaráðnum, hvørs uppgáva er at loysa landsins innanlands fólka- og farmaflutning. SSL umsitur 28 farleiðir, harav 8 Oyggjaleiðir og 20 Bygdaleiðir. Til at røkta hesar leiðir hava vit 8 ferjur og 40 bussar. Ferðafólkatalið er í støðugum vøkstri og ferðaðust yvir 1,2 mio. fólk við SSL Í 2018.