Skip to main content

Mentamálaráðið lýsir við hesum møguleikan at søkja um stuðul til film.


Stuðul kann verða veittur til ymsar tættir innan filmsgerð, undir hesum hugskots- og handritsmenning, undanframleiðslu, framleiðslu, eftirframleiðslu og útbreiðslu.


Stuðul kann verða játtaður til einstaklingar, bólkar ella feløg.

 

Freistin at søkja er 1. september 2019.

 

Játtanin á løgtingsfíggjarlógini til film í 2019 er 2,7 mió. kr. Í hesum seinna umfari eru 833.600 kr. tøkar at býta út.


Allar umsóknir skulu skrivast á serstakt umsóknarblað til endamálið. Umsóknarblað við vegleiðing er á heimasíðu Mentamálaráðsins: www.mmr.fo ella fæst við at venda sær til:


Mentamálaráðið

Tinghúsvegur 7

Postrúm 3279 - 110 Tórshavn

Telefon 30 65 00 – Telefax 30 65 55

e-postur.: mmr(at)mmr.fo