Søkt verður eftir einum taliráðgeva til barsilsfarloyvissstarv 30 tímar at byrja 1. apríl 2020 ella skjótast eftir tað.
Arbeiðsøkið hjá Sernámi er um alt landið, og hetta starvið er í løtuni knýtt til toymi, sum hevur Tórshavn, Norðstreymoy og Vágar.
Høvuðsuppgávan í starvinum eru:
· At veita ráðgeving og vegleiðing til starvsfólk og foreldur
· At kanna og viðgera børn við talitrupulleikum í og undir skúlaaldur
· At skipa fyri fyribyrgjandi tiltøkum innan talu og málmenning
· At menna sernámsfrøðiliga virksemið í dagstovnum og skúlum
Arbeiðsøkið er stórt og fjølbroytt við nógvum samskifti við starvsfólk, leiðslur, avvarðandi og aðrar viðkomandi stovnar, og tí vænta vit, at umsøkjari:
· Hevur førleika at arbeiða við sernámsfrøðiligum avbjóðingum
· Hevur áhuga fyri avbjóðingum, og er fúsur at royna nýggjar leiðir
· Dugir væl at skapa álit
· Dugir at arbeiða sjálvstøðugt, og hevur góð samstarvsevni
· Trívist við at samstarva við skiftandi fakbólkar
Vit bjóða:
· Eitt áhugavert og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum
· Eitt fakligt/tvørfakligt og sernámsfrøðiligt mennandi umhvørvi
· Førleikamenning eftir umstøðum og tørvi
Førleikakrøv:
Útbúgving sum audiologopedur, lærari ella námsfrøðingur við eftirútbúgving innan logopedi ella samsvarandi.
Setanartreytir til starvið:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Margreth Olsen, stjóra, á telefon 360 200 ella í teldubrævi til margreth(at)sernam.fo.
Umsóknarfreist:
Umsóknir við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 9. mars 2021 og skulu sendast til:
Sernám
á Frælsinum
Postboks 2036
FO-110 Tórshavn
ella sum teldubræv tilsernam(at)sernam.fo
Sernám veitir sernámsfrøðiliga ráðgeving og vegleiðing, soleiðis at børn og ung (0-18 ár) kunnu styrkjast í menningini, sum umfatar sosiala, kropsliga, persónliga, málsliga og kognitiva menning.
Í løtuni er Sernám í eini broytingartilgongd, og tann, ið settur verður, má vera sinnaður at luttaka virkin í hesi tilgongd umframt tola broytingar í starvinum.