Skip to main content

Søkt verður eftir einum taliráðgeva. Talan er um eitt barsilsfarloyvissstarv fulla tíð at seta frá 5. august 2019 ella sum skjótast eftir tað.

 

Arbeiðsøkið hjá Sernámi er um alt landið, og hetta starvið er í løtuni knýtt til toymi, sum hevur Eysturoynna og Norðoyggjar.

 

Vit bjóða:

  • Eitt áhugavert og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum
  • Eitt fakligt/tvørfakligt og sernámsfrøðiligt mennandi umhvørvi
  • Førleikamenning eftir umstøðum og tørvi

 

Harumframt vænta vit, at umsøkjari:

  • Hevur áhuga fyri avbjóðingum, og er fúsur at royna nýggjar leiðir
  • Hevur førleika at arbeiða við sernámsfrøðiligum avbjóðingum
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt, og hevur góð samstarvsevni
  • Dugir væl at skapa álit
  • Trívist við at samstarva við skiftandi fakbólkar

 

Høvuðsuppgávan í starvinum eru:

  • At veita ráðgeving og vegleiðing til starvsfólk og foreldur
  • At kanna og viðgera børn við talitrupulleikum í og undir skúlaaldur
  • At skipa fyri fyribyrgjandi tiltøkum innan talu og málmenning
  • At menna sernámsfrøðiliga virksemið í dagstovnum og skúlum

 

Førleikakrøv:

Útbúgving sum audiologopedur, lærari ella námsfrøðingur við eftirútbúgving innan logopedi ella samsvarandi.

 

Setanartreytir til starvið:

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Margreth Olsen, stjóra, á telefon 360 200 ella í teldubrævi til margreth(at)sernam.fo.

 

Umsóknarfreist:

Umsóknir við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 20. juni 2019 og skulu sendast til:

 

Sernám á Frælsinum

Postboks 2036

FO-110 Tórshavn

ella sum teldubræv til sernam(at)sernam.fo

 

Sernám veitir sernámsfrøðiliga ráðgeving, vegleiðing og stuðul, soleiðis at børn og ung (0-18 ár) kunnu styrkjast í menningini, sum umfatar sosiala, kropsliga, persónliga, málsliga og kognitiva menning. Í løtuni er Sernám í eini broytingartilgongd, og tann, ið settur verður, má vera sinnaður at luttaka virkin í hesi tilgongd umframt tola broytingar í starvinum.