Skip to main content

Søkt verður eftir fólki til tilbúgvingina hjá Eysturkommunu. Talan er um starv, har tann setti kann verða útkallaður ymiskir tíðir á døgninum.

Høvuðsuppgávur:
Uppgávurnar eru sera fjølbroyttar, m.a. alt vanligt sløkkiliðsarbeiði, brunafyribyrgjandi uppgávur og bjargingaruppgávur.

Førleikakrøv:
Tann setti skal hava koyrikort og er ynskiligt, at hetta er í bólki C, yvir 3.500 kg. Eisini er ynskiligt, at tann setti hevur handverkaraútbúgving, men er hetta tó ikki ein treyt.

Annað:

Umsøkjarar skulu kunna útvega reina revsiváttan, eins og heilsuváttan fyri roykkavarar krevst. Tað er ein fyrimunur, at umsøkjarin er búsitandi í Eysturkommunu.

Setanarvirðuskiftir:
Starvið verður sett skjótast møguligt og lønt sambært avtalu.

Umsóknir:

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, c.v., viðmælum v.m. skal sendast til: 

eystur(at)eystur.fo

Umsóknir skulu vera Eysturkommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin, 26. februar 2020.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sørin S. Djurhuus, tilbúgvingarleiðara á tlf. 730112.