Skip to main content

Søkt verður eftir starvsfólki til okkara koyritoymi, sum er ein partur av logistikkdeildini á Tjaldurs Apoteki, at byrja 16. des. ella so skjótt sum gjørligt. Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum í fyrstu atløgu er tíðaravmarkað til 1 ár frá setan.

 

Ábyrgdarøkir:

Sum partur av koyritoyminum syrgir tú fyri vøruflutninginum. Tú koyrir ordrar til m.a. Landssjúkrahúsið, Framleiðslueindina og Fíggjardeildina hjá Apoteksverkinum, okkara deild í Steinatúni, kommunulæknar, djóralæknar, bústovnar og ellis- og røktarheim.

 

Harumframt arbeiðir tú í vørumóttøkuni. Tú hjálpir við at fáa vøruna inn, tekur m.a. ímóti pakkum, pakkar ordrar, pakkar plattar, syrgir fyri at halda garasju og kjallara ruddilig og hjálpir starvsfólkunum í kjallaranum, tá tørvar er á tí; umframt annað fyrifallandi arbeiði. Fyrivarni skal takast fyri broytingum í starvinum.

 

Tínir førleikar:

      •              Tú ert røkin, álítandi og tekur ábyrgd.

      •              Tú megnar skiftandi arbeiðsuppgávur og arbeiðir sjálvstøðugt.

      •              Tú hevur góð samstarvsevnir og ert fyrikomandi.

      •              Tú hevur koyrikort til persónbil.

      •              Tú hevur nøkulunda góðar telduførleikar.

      •              Tú ert likamliga væl fyri til tey tungu tøkini.

 

Setanartreytir:

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið, lønarflokkur 2.

 

Vilt tú vita meir?

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Elin Mouritsen, deildarleiðara í logistikk, á tlf. 341149 ella senda ein teldupost til elinm(at)apotek.fo.

 

Umsókn:

Skrivlig umsókn (við avriti av møguligum prógvi, viðmælum og upplýsing um royndir) skal vera Tjaldurs Apoteki í hendi í seinasta lagi 23. nov. 2019.Umsóknir skulu sendast sum teldupostur til elinm(at)apotek.fo.

 

Tjaldurs Apotek

R.C.Effersøesgøta 31

Fo - 100 Tórshavn

www.apotek.fo