Skip to main content

Søkt verður eftir starvsfólki til okkara vørumóttøkutoymi/innkeypsdeild at byrja skjótast gjørligt ella í seinasta lagi 6. apríl.

 

Starvið er 20 tímar, tó krevst at man til tíðir arbeiður fulla tíð. Starvið er, í fyrstu atløgu, tíðaravmarkað til 1 ár frá setan. Tað krevst, at man er fleksibul bæði við atlit til arbeiðstíðir og arbeiðsuppgávur.

 

 

Ábyrgdarøkir

Sum partur av vørumóttøkutoyminum tekur tú ímóti vøru, setur vørur uppá pláss í handlinum, syrgir fyri at handilin er snøggur umframt annað fyrifallandi arbeiði. Sum heild vøruhandfaran, og tað sum har til hoyrur. Tú kemur eisini at vera avloysari í innkeypsdeildini og fevnir hetta um innkeyp av merkivørum til Tjaldurs Apotek.

 

Neyðugt er eisini, at man traðkar til, har tørvur er á tí.

 

Tínir førleikar

·       Hevur góð samstarvsevnir og er jalig-ur/fyrikomandi

·       Er røkin, álítandi og tekur ábyrgd

·       Hevur góðar telduførleikar

·       Megnar skiftandi arbeiðsuppgávur og arbeiðstíðir og arbeiðir sjálvstøðugt

·       Megnar broytingar

·       Tú er likamliga væl fyri

·       Ein fyrimunur er, um tú hevur royndir innan logistikkøkið, eitt nú innkeyp, tolling, útbúgving í handli

 

Um Tjaldurs Apotek

·       Vit eru á leið 65 starvsfólk

·       Vit eru ISO 9001 góðkend

·       Vit brúka telduskipanina AX2012

·       Vit veita tænastu til Landssjúkrahúsið, kommunulæknar, tannlæknar, djóralæknar, ellis-/røktarheim, sambýlir, skipaflotan

·       Vit avgreiða áleið 800 kundar hvønn dag, harumframt eini 100-150 sendingar

Okkara fjølbroytta virksemi setur nógv ymisk krøv til logistikkin á Tjaldurs Apotek. Hesari deild kemur tú at vera partur av.

 

Setanartreytir:

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið, lønarflokkur 2.

 

Vilt tú vita meir?

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Elin Mouritsen, deildarleiðara í logistikk, á tlf. 404050 ella senda ein teldupost til elinm(at)apotek.fo.

 

Umsókn:

Skrivlig umsókn (við avriti av møguligum prógvi, viðmælum og upplýsing um royndir) skal vera Tjaldurs Apoteki í hendi í seinasta lagi 28. feb. 2021. Umsóknir skulu sendast sum teldupostur til elinm(at)apotek.fo.

 

 

Tjaldurs Apotek

R.C.Effersøesgøta 31

Fo - 100 Tórshavn

www.apotek.fo

 

http://www.apotek.fo/