Skip to main content

Vit sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum bilførara til spennandi starv hjá H. H Trans.

 

HH Trans er ein stabil og álítandi fyritøka, sum byrjaði sítt virksemi innan flutning fyri umleið 30 árum síðani. Grundarlagið undir virkseminum er at veita eina góða og álítandi kundatænastu til fastar kundar. Til at veita tænastuna hevur HH Trans góðar og nýggjar bilar, sum eru ymiskir í stødd.

 

Høvuðsuppgáva:

Høvuðsuppgávan er vørukoyrig og handfaring av vørum fyri fastar kundar gjøgnum ein vælskipaðan gerandisdag. Harumframt kemur tú eisini at vaska og viðlíkahalda bilar og útgerð.

 

Førleikakrøv:

Tað er neyðugt, at tú hevur stóra koyrikortið, og gjarna royndir innan vørukoyring, hóast hetta ikki er ein treyt. Um tú eisini hevur áhuga í at skapa ordan, og halda skil á, ert tú vælkomin at søkja.

 

Persónligir eginleikar:

Vit ynskja, at tú er ein fleksibul og jaligur viðspælari í gerandisdegnum, og at tú leggur dent á, at fáa tað at koyra. Tú kemur í samband við nógv fólk í gerandisdegnum, og tí er týdningarmikið, at tú ert ein støðugur og álítandi persónur, sum brennir fyri at geva kundunum best møguliga tænastu.

 

Løn og setanartreytir:

Løn og setanartreytir verða ásettar sambært avtalu.

 

Nærri upplýsingar um starvið, fáast við at venda sær til Mariu Petersen á tlf. 212708, ella við at senda ein teldupost til: hhtrans(at)olivant.fo.

 

Umsókn

Umsókn og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast við telduposti til: hhtrans(at)olivant.fo. Tú ert vælkomin at ringja ella skriva beinanveg. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.