Skip to main content

Ert tú heilsufrøðingur og ynskir tú at ávirka og vera við til at menna fakliga virksemið hjá Gigni, so er starvið sum varaleiðari í Gigni ein áhugaverdur møguleiki.

 

Varaleiðarin skal:

·         Virka eftir fyriskipan fakliga stjórans

·         Saman við fakliga stjóranum menna starvsfólk og tænastu

·         Virka sum fakligur leiðari, tá fakligi stjórin er burturstaddur

 

Førleikakrøv

Gigni leitar eftir einum varaleiðara sum:

·         Hevur lokið prógv sum heilsufrøðingur

·         Hevur góð samstarvsevnir

·         Er álitisvekjandi

·         Vísir myndugleika

·         Megnar at seta nýggjar uppgávur í verk, og vera uppgávuleiðari

 

 

Løn- og setanartreytir

Varaleiðarastarvið verður sett við einum starvsbrøki á 0,6, svarandi til 24 tímar um vikuna.

 

Varaleiðarin vísir til fakliga stjóran í Gigni.

 

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar á lønarstigi 8.

 

Starvið er tíðaravmarkað til eitt ár, og verður sett frá 1. oktober 2019, ella eftir nærri avtalu.

 

Nærri upplýsingar

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sólrun Foldbo, fakligan stjóra í Gigni, tlf. 562394, ella teldupost solrunf(at)gigni.fo.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn saman við avriti av CV, prógvi og løggilding, viðmælum o.ø., skal sendast til:

 

Heilsutrygd

Postsmoga 52

Klaksvíksvegur 7

700 Klaksvík

 

ella við telduposti á [email protected]

 

Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mánadagin 19. august 2019, kl. 12:00.