Skip to main content

Søkt verður eftir einum verkstaðsleiðara/verkførara til okkara plátuverkstað í Tórshavn, at byrja eftir summarferiuna.

 

Arbeiðsuppgávur
Starvið fevnir í høvuðsheitum um:
· Sýna skaðar
· Avgreiðsla og gott samstarv við okkara samstarvspartnarir
· Vanligt plátusmiðuarbeiði

 

Førleikakrøv
Vit vænta at umsøkjarin
· Er opin, fyrikomandi og dugir væl at samskifta
· Er skipað(ur), sjálvstøðug(ur) og tekur ábyrgd
· Hevur teldukunnleika á brúkarastøði
· Hevur koyrikort til persónbil

 

Setanarviðurskifti
Talan er um fultíðarstarv, sum er ásett at verða umleið 40 tímar um vikuna.

Lønin verður ásett eftir nærri avtalu.

 

Umsóknir
Umsókn skal sendast til co(at)bergmotors.fo, hevur tú spurningar um starvið ber til at ringja til Carsten Ottosen á tlf. 217255.