Skip to main content
11°C
Thursday
19. September 2019
Føroyar í dag

Starvið er:

24 tímar fast starv í skúlanum og á smábarnaøkinum í Vestmanna kommunu og í Kvívíkar kommunu. Starvið verður sett frá 1. oktober 2019 ella skjótast gjørligt.

 

Vit kunnu bjóða:

·         sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi arbeiði

·         fakligt mennandi umhvørvi

·         at vera partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfeløgum

 

Førleikakrøv:

·         útbúgving og løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur

·         útbúgving sum heilsufrøðingur

·         góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar o.o.

·         áhuga fyri fakligari menning

 

Møguleiki er eisini hjá sjúkrarøktarfrøðingum at søkja starvið, um teir lúka upptøkutreytirnar at lesa til heilsufrøðing.

Upptøkutreytirnar eru:

·         útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur og danska løggilding

·         royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur, sum svara til minst tvey ár við fullum setanarbrøki. Hesar royndir skulu vera frá minst tveimum av ávikavist føði- og barsilsdeild, neonatologi, pædiatri, barna- og ungdómspsykiatri, læknaviðtalu og heimarøkt. Minst ein av hesum starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi 8 mánaðir til longdar.

 

Yvirskipað kunnu broytingar væntast í mun til raðfestingar og mannagongdir í samband við menningartilgongd.

 

Lønar- og setanartreytir:

Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

 

Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til heilsutrygd(at)heilsutrygd.fo  ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík.

 

Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mikudagin 25. september 2019 kl. 12.00.

 

Meiri fæst at vita við at ringja til Sólrun Foldbo, fakligan stjóra í Gigni, tlf. 562394, ella teldupost solrunf(at)gigni.fo.