Skip to main content
11°C
Sunday
20. September 2020
Føroyar í dag

Vilt tú arbeiða sum heilsufrøðingur?

Gigni søkir eftir tveimum avloysarum fyri heilsufrøðingar

 

Størvini eru:

24 tímar avloysarastarv á smábarna- og skúlaøkinum í Vestmanna kommunu og í Kvívíkar kommunu. Starvið verður sett skjótast gjørligt og endar tann 28. februar 2022.

 

28 tímar avloysarastarv á smábarna- og skúlaøkinum í Tórshavnar kommunu frá 1. november 2020 til 31. august 2021.

 

Vit kunnu bjóða:

·         sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi arbeiði

·         fakligt mennandi umhvørvi

·         at vera partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfelagum

 

Førleikakrøv:

·         útbúgving sum heilsufrøðingur

·         løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur

·         góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar o.o.

·         ábyrgdarfullur og álitisvekjandi

·         áhugaður fyri fakligari menning

 

Møguleiki er eisini hjá sjúkrarøktarfrøðingum at søkja starvið, um teir lúka upptøkutreytirnar at lesa til heilsufrøðing.

Upptøkutreytirnar eru:

·         útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur og danska løggilding

·         royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur, sum svara til minst tvey ár við fullum setanarbrøki. Hesar royndir skulu vera frá minst tveimum av ávikavist føði- og barsilsdeild, neonatologi, pædiatri, barna- og ungdómspsykiatri, læknaviðtalu og heimarøkt. Minst ein av hesum starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi 8 mánaðir til longdar.

 

Yvirskipað kunnu broytingar væntast í mun til raðfestingar og mannagongdir í samband við menningartilgongd.

 

Lønar- og setanartreytir:

Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

 

Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, verður at senda til heilsutrygd(at)heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík.

Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 25. september 2020 kl. 12.00.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Paulu Mohr, leiðsluskrivara í Gigni, paulam(at)gigni.fo, 614012, ella Elin Ziska, fakligan stjóra í Gigni, elinz(at)gigni.fo, tlf. 562310.