Skip to main content

Gigni søkir eftir avloysara fyri heilsufrøðing

 

Starvið er:

20 tímar á smábarnaøkinum í Sunda kommunu og Eiðis kommunu. Starvið verður sett frá 1. januar 2020 ella skjótast gjørligt. Starvið er tíðaravmarkað til 1. august 2020.

 

Vit kunnu bjóða:

·         sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi arbeiði

·         fakligt mennandi umhvørvi

·         at vera partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfeløgum

 

Førleikakrøv:

·         útbúgving og løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur

·         útbúgving sum heilsufrøðingur

·         góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar o.o.

·         áhuga fyri fakligari menning

 

Møguleiki er eisini hjá sjúkrarøktarfrøðingum at søkja starvið, um teir lúka upptøkutreytirnar at lesa til heilsufrøðing.

Upptøkutreytirnar eru:

·         útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur og danska løggilding

·         royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur, sum svara til minst tvey ár við fullum setanarbrøki. Hesar royndir skulu vera frá minst tveimum av ávikavist føði- og barsilsdeild, neonatologi, pædiatri, barna- og ungdómspsykiatri, læknaviðtalu og heimarøkt. Minst ein av hesum starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi 8 mánaðir til longdar.

 

Yvirskipað kunnu broytingar væntast í mun til raðfestingar og mannagongdir í samband við menningartilgongd.

 

Lønar- og setanartreytir:

Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

 

Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til [email protected] ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík.

 

Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. desember 2019 kl. 12.00.

 

Meiri fæst at vita við at ringja til Elin Ziska, virkandi fakligan stjóra í Gigni, tlf. 562354, ella teldupost elinz(at)gigni.fo.