Bókaframløgur um víðagitnu Beintu

Í sambandi við at bókin 'Beinta' skjótt verður tøk í bókahandlunum vera framløgur av bókini næstu dagarnar, har greitt verður frá veruligum hendingum í hennara lívi, sum eru funnar í søguligum skjølum.

Talan er um fyrru bókina av tveimum, og viðger hon fyrru hálvuna av hendingaríka lívi hennara.

Sagt var um Beintu, at hon hevði eina sjaldsama vakra útstráling, og at ‘hun var kongedatter’, men veruliga søgan um Beintu er søgan um hendingaríka lívið hjá eini sterkari og sjálvbjargnari kvinnu í eini av harðastu tíðum í Føroya søgu. Hon má metast at vera ein hin sterkasta kvinnan í Føroya søgu.

Í bókini frætta vit um, hvussu hon sum smágenta rýmdi undan sjórænarum, hvussu hon tríggjar ferðir bleiv gift við prestum, hvussu hennara familja var fyri stórari vanlagnu í eini ógvusligari rættarsak, og hvussu hon longu sum 35 ára gomul sat sum einkja eftir tveimum monnum og hevði mist bæði pápan og einastu systrina.

##med2##

Flest øll í Føroyum kenna onkrar av mongu sagnunum um Beintu, men henda bókin fer inn í søguligu skjølini fyri at avdúka, hvat veruliga fór fram. Bókin er úrslit av áralongum kanningararbeiði, har tað er farið djúpt niður í skjøl frá tíðini, tá Beinta livdi. Talan er um gomul brøv, rættarskjøl, hægstarættardómar, straffidómar, arvauppgerðir, fundarbøkur og mangt annað.

Á bókaframløguni verður greitt frá, hvussu bókin er vorðin til og um serligar hendingar úr bókini, sum flestu føroyingar ikki kenna til. Eisini verða bøkur signeraðar av høvundunum.

##med3##

Bókaframløgurnar vera:

Týsdag 4. mai - Skúlin á Giljanesi

Mikudag 5. mai - Skúlin á Viðareiði

Hósdag 6. mai - Aulan á Finsens

Fríggjadag 7. mai - Bókasavnið við Løkin í Runavík

Leygardag 8. mai - Heima í Stovu í Hvalba

Mánadag 10. mai - Caféin á Mølini í Skálavík 

##med4##

Allar framløgurnar vera kl. 19