Fólkaræði tolir ikki líkasælu

Løgmaður segði í nýggjársrøðu síni, at ósemjur skulu brúkast til at fáa eitt betri og livandi samfelag

Í summar vóru vit bæði á fólkatingsvali og løgtingsvali.

Løgmaður segði í nýggjársrøðu síni, at tá kom aftur greitt til sjóndar, at vit vilja øll okkara samfelag tað besta – men eisini, at vit ikki altíð eru samd um, hvussu Føroyar verða eitt betri samfelag.

-Tíbetur, freistist eg at siga, legði hann afturat.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, segði víðari:

-Vit eru fólk við ymiskum royndum og virðum. Tað birtir sjálvsagt undir áhaldandi orðaskifti um hugsjónir í einum landi.

Men ósemjur skulu brúkast sum amboð til at fáa eitt enn betri og meira livandi samfelag.

Fólkaræði merkir, at vit lurta. Og at vit sjálv fáa loyvi at tosa og greiða frá okkara egnu støðu.

Tað er soleiðis, at megin í ósemjuni minkar. Tað er soleiðis, at vit skapa eina felagskenslu.

Í øllum avgerðum eiga fleiri atlit at verða tikin.

Alivinnan er avgerandi fyri okkara búskap – men hon dálkar eisini.

Shippingvinnan skapar eina rúgvu av arbeiðsplássum – men hon larmar eisini.

Ferðavinnan styrkir okkara sjálvsfatan – men hon slítur eisini.

Tað er okkara uppgáva at finna eina hóskandi loysn fyri øll.

Eg fegnist um, at so nógv geva sítt íkast og brúka okkara fólkaræðisligu pallar at gera vart við seg.

Einki fólkaræði tolir líkasælu.