07 Vestur hevur sakina í sínum hondum

1. DEILD: Tepri sigurin í Gundadali í kvøld ber við sær, at 07 Vestur bara er eitt stig frá uppflytingarplássi

Teitur Olsen legði upp til fyrra málið hjá 07 Vestur. Mynd: 07 Vestur.

Teitur Olsen legði upp til fyrra málið hjá 07 Vestur. Mynd: 07 Vestur.

Møguleikin hjá vágamonnum at vinna uppflyting í bestu deildina er tann sami nú, sum hann var undan dystinum í Gundadali ímóti B36 í kvøld.

07 Vestur vann 2-1, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Úrslitið ber við sær, at 07 Vestur hevur 39 stig og er eitt stig aftanfyri B68, ið við 40 stigum er á bronsuplássinum, sum í løtuni ber beinleiðis uppflyting við sær.

B68 og 07 Vestur eiga ein innanhýsis útsettan dyst á Svangaskarði. Enn er ikki ásett, nær hann verður spældur. Soleiðis, sum tað sær út í løtuni, so verður tað talan um sanna finalu um beinleiðis uppflyting, tá ið B68 fær vitjan av 07 Vestur.

Umframt heimadystin ímóti 07 Vestur hevur B68 tríggjar dystir eftir – B36 (ú), FC Hoyvík (h) og B71 (ú).

Umframt útidystin ímóti B68 eigur 07 Vestur tríggjar dystir eftir – Víkingur (ú), B71 (ú) og FC Hoyvík (h).

Í Gundadali í kvøld legði Zoran Vujovic 07 Vestur á odda, tá ið eitt korter var farið. Uppleggið átti Teitur Olsen.

Tá ið ein stórur hálvur tími var farin, javnaði B36 til 1-1. Málskjútti var Rani Berg í Soylu, og Niklas Joensen átti uppleggið.

Sigursmálið skoraði 07 Vestur tveir minuttir undan steðginum. Predrag Jeremic var málskjútti, og nú átti Zoran Vujovic uppleggið.

Hóast sigurin var tepur, og tað harvið var spenningur til síðsta bríksl, so siga tølini, at gestirnir vóru omaná. 07 Vestur vann 13 hornaspørk, og B36 vann fýra hornaspørk. 07 Vestur hevði sjey royndir á B36 málið, og B36 hevði fimm royndir á 07 Vestur málið.

Besta B36 liðið skal spæla í Klaksvík mikukvøldið. Tí var eingin av teimum á næstbesta liðnum, sum plaga at vera á listanum hjá besta liðnum.

B36 hevur 25 stig og er seks stig frá hóttanini av niðurflyting.  

Teitur Olsen legði upp til fyrra málið hjá 07 Vestur. Mynd: 07 Vestur.