102 ára gomul yvirlivdi korona

- Italica Grondona er fyrsti sjúklingur, vit hava havt, sum eisini kann hava havt Sponskusjúku, sigur læknin, Vera Sicbaldi.

Her heldur Italica Grondona sín 102 ára føðingardag.

Her heldur Italica Grondona sín 102 ára føðingardag.

 

Italska Italica Grondona hevur alla orsøk til at hátíðarhalda dagin - ikki bara sín 102 ára føðingardag, men eisini, at hon er vorðin frísk aftur av korona. - Vit hava givið henni navnið "Highlander - hin ódeyðiliga", sigur læknin, Vera Sicbaldi, sum viðgjørdi hina 102 ára gomlu á San Martino sjúkrahúsinum í Genoa í Italia.

Hetta sigur hon við CNN.

Eftir at hava ligið á sjúkrahúsinum í 20 dagar, er hin 102 ára gamla nú útskrivað. Søgan um elligomlu italsku kvinnuna ferðast nú bæði um Italia, har nógv fólk eru deyð av korona - og um heimin annars.

- Italica Grondona gevur eisini øðrum gomlum, sum kunnu fáa korona, eina vón, sigur læknin, Vera Sicbaldi. 

Hin gamla varð løgd inn á sjúkrahús við hjartatrupulleikum, og tá royndir vórðu tiknar av henni, vísti tað seg, at hon eisini var fongd við korona. Miðalaldurin hjá teimum, sum eru deyð av korona í Italia, er annars 78 ár.

##med2##

Heilsustarvsfólk eru so ovfarin av Italicu Grondonu, at tey nú eru farin at kanna hana gjølligari. - Vit tóku ymiskar royndir av henni. Hon er fyrsti sjúklingur, vit hava havt, sum eisini kann hava havt Sponskusjúku, tí hon er fødd longu í 1917, sigur Vera Sicbaldi við CNN.

Eisini italska sjúkrahúsið umrøður málið á sínari Facebook-síðu. - Vit eru errin av okkara úrslitum, sum eisini hava fingið umrøðu í CNN. Søgan gevur vónir og vísir effektivitetin í okkara arbeiði, skrivar sjúkrahúsið. 

Politiski leiðarin í landslutinum í Italia, Giovanni Toti, hevur eisini lagt mynd út á sína Facebook-síðu, har hann ringir til hina 102 ára gomlu, eftir at tíðindini um, at hon hevði yvirlivað korona, gjørdust almenn.

##med3##

- Eg vildi hoyra teg í telefonini, tí tú ert vorðin ein ímynd av vón hjá okkum øllum. Hetta er eisini eitt dømi um, hvussu øll verða viðgjørd - líkamikið, hvør aldurin er. Her verður eingin munur gjørdur. Hon takkaði mær við at siga, at hon hevði fingið góða viðgerð, skrivar politiski leiðarin á sínari Facebook-síðu.

Leygarkvøldið vórðu skrásett tilsamans 10.023 deyðsføll av korona í Italia, og hetta tal vaks nevniliga við 889 í eitt samdøgur. Samdøgrið undan doyðu stívliga 900 fólk í Italia av korona.

Talið av korona-smittaðum í Italia var leygardagin heili 92.472, og seinastu dagarnar er talið vaksið við nøkrum túsund hvørt samdøgur. 

Her heldur Italica Grondona sín 102 ára føðingardag.

- Eg fekk góða viðgerð á sjúkrahúsinum, sigur Italica Grondona.

- Eg vildi hoyra teg í telefonini, tí tú ert vorðin ein ímynd av vón hjá okkum øllum, sigur politiski leiðarin.