106 ára gomul yvirlivdi korona

Connie Titchen er helst elsti breti, sum higartil hevur yvirlivað korona-smittu.

- Loyndarmálið aftan fyri høga aldurin er, at hon er likamliga virkin og sjálvstøðug, sigur ommusonurin.

- Loyndarmálið aftan fyri høga aldurin er, at hon er likamliga virkin og sjálvstøðug, sigur ommusonurin.

 

Týsdagin kundi 106 ára gamla, Connie Titchen, fara heim av sjúkrahúsinum í Birmingham, frísk fyri korona-smittu, eftir at hava stríðst við sjúkuna í tríggjar vikur.

- Eg kenni meg ógvuliga hepna, og nú gleði eg meg til at síggja familjuna aftur og at eta eina góða máltíð, sigur hon sambært BBC. 

Sambært Reuters er Connie Titchen fødd í 1913, og soleiðis hevur hon yvirlivað tveir heimsbardagar - og nú, sum 106 ára gomul, eisini korona-smittu.

Ommusonur hennara, 40 ára gamli, Alex Jones, sigur, at omman altíð hevur verið likamliga virkin.

- Hon hevur altíð gjørt mat til sín sjálvs, sjálvt um henni dámar væl at eta á McDonalds av og á. Eg havi ikki sagt henni, at McDonalds nú er stongt, sigur hann brosandi.

Sjálvur heldur Alex Jones, at loyndarmálið aftan fyri høga aldurin hjá ommuni er, at hon er likamliga virkin og sjálvstøðug.

- Hon fekk eina mjadnaskurðviðgerð í desember í fjør, og ein mánaða seinni var hon á fótum aftur. Hon er ótrúlig, og eg veit, at familjan hevur saknað hana nógv.

Ein sjúkrarøktari á sjúkrahúsinum í Birmingham, Kelly Smith, sigur, at tað var fantastiskt at síggja hina 106 ára gomlu gerast frísk og fara heim aftur av sjúkrahúsinum.

- Tað var stuttligt at uppliva, at Connie Titchen varð útskrivað, og tað er gleðiligt at síggja sjúklingar fara frískir heim aftur, eftir at hava stríðst við korona-sjúkuna, leggur hon aftrat.

- Loyndarmálið aftan fyri høga aldurin er, at hon er likamliga virkin og sjálvstøðug, sigur ommusonurin.