11 línuskip eru til fiskiskap

Seks frystilínuskip eru í løtuni til fiskiskap í íslendskum sjógvi.

 

Í løtuni eru fýra ísfiskalínuskip til fiskiskap. Tey fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Væntandi koma skipini inn at landa síðst í næstu viku.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at seks frystilínuskip í løtuni fiska í íslendskum sjógvi, og eitt frystilínuskip er undir Føroyum.

- Streymurin verður góður fyrst í vikuni, sum kemur, men harðnar, sum vikan gongur. 

Væntandi er, at veðrið verður eitt sindur skiftandi, og tí er ivasamt, hvussu nógvur útróður verður í næstu viku.